Hetta eru sera góð tíðindi, sigur ein fróur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Vit hava í fleiri ár bjóðað okkum til at hýsa Strandferðsluni, tí tað er púra natúrligt at hon liggur her suðuri, sigur hann, og vísir á, at her er talan um góðar og fastar almennar lønir, sum flyta til kommununa.
- Vit hava skip, kaj, pakkhús og farstøð, sum til ber at byggja uppí, sigur hann, og bjóðar starvsfólkunum hjartaliga vælkomnum til Tvøroyrar, um tey velja at flyta við suður.
- Vit hava ovmikið av grundstykkjum og góðar umstøður til barnaansing og skúlar. Bið tey selja húsini og taka milliónina við í lumman, so liva tey væl her suðuri við konum, monnum og børnum, sigur borgarstjórin á Tvøroyri. Hann heldur ikki, at Eg Havnar Kommuna hevur nakað ímóti hesum.
- Havnin hevur frammanundan ilt við at hýsa teimum, sum har búgva. Har eru bara trupulleikar av borgarunum. Nógvir bilar, høgir húsaprísir og vantandi barnaansing. Lat tey endiliga koma hendan vegin, her skulu tey vera hjartaliga vælkomin, sigur Kristin Michelsen, sum mangan hevur ilskast inn á politikararnir, tí teir tora ikki at leggja almenn arbeiðspláss út til útjaðaran.
- Vanliga mangla teir rygg til at leggja almennar stovnar út í útjaðaran. So hattin av fyri teimum, at teir gera hetta, sigur hann, og leggur skemtandi afturat, at:
- Valg verður skjótt. Skulu teir egna, so skal tað vera nú.