Talan verður um góða føðingardagsgávu, um Skála vinnur sær trý stig sunnudagin. Tann 22. apríl er nevnliga dagurin, tá John Petersen fer um tey 35 árini, og lítil ivi er um, hvørja gávu hann ynskir sær frá spælarunum, nú hann taka við sum venjari. Trý stig vildu í øllum førum verið sera kærkomin hjá venjaranum. Og sjálvandi eisini hjá liðnum, har teir enn eru púrasta sørir í botninum av stigatalvuni.