– Men tað gera vit ikki yvir eina nátt, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og formaður í Fólkaflokkinum.
Formaður Fólkafloksins er samdur við Hanusi Samró í tí, at tað hevði verið ynskiligt at havt ein inntøkuskatt upp á 20 prosent.
– Vit hava hægsta inntøkuskattin í heiminum, so vit mugu fáa skattin niður. Og tað eru tey flestu samd um, sigur Jørgen Niclasen.
Hann ásanar tó, at tað verður trupulleikin at fáa eina politiska semju um, hvussu ein slíkur skattlætti skal fíggjast.
– Vit arbeiða við einum hugskotskatalogi, har vit eisini fara at tosa um at lækka inntøkuskattin. Eg fái tó ikki sagt nakað um, hvussu ein skattalættan skal fíggjast, men ein inntøkumøguleiki er tilfeingisgjald, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri og formaður Fólkafloksins.
Lesið samrøðuna við Hanus Samró VIÐ AT TRÝSTA HER









