Miðlamaðurin hittin hin nú 61 ára gamla Ole Skoubo á Hvonn í Tórsgøtu í farnu viku.
Í 1983 var Ole Skoubo venjari hjá bæði HB og føroyska landsliðnum.
Árini frá 1986 til 1989 var Ole Skoubo venjari hjá GÍ.
- Eg havi nógv góð minnir úr Føroyum, slær Ole Skoubo fast.
- Í 1983 høvdu vit eftir mínum tykki eitt gott kappingarár í HB, sum tíverri ikki gav okkum meistaraheitið. Tað var ein skriviborðsfeilur á einum dómaraseðli, sum forkom okkum møguleikan, men eftir mínum tykki, so var HB tað besta liðið hetta kappingarárið, har eg hevði ta stóru gleðina at samstarva við fleiri av spælarunum, sum seinnu spældu á føroyska landsliðnum, sigur hann.
Ikki beiskur
Spurdur, um hann er beiskur um serstøku hendingina í 1983, svarar Ole soleiðis.
- Eg eri ikki beiskur longur. Men í 1983 var eg eitt sindur harmur um tað. Mest vegna felagið og spælararnar, men tú kann ikki altíð taka hædd fyri tingum, sum henda uttan fyri vøllin, sigur Ole Skoubo.
Hann viðgongur tó, at tá miðlamaðurin ber tiltikna málið frá 1983 fram aftur, so vitjar eitt pinkalítið sindur av beiskleika aftur.
- Vit høvdu Jóannes Jakobsen og Jóanes Eidesgaard á liðnum, og tað kom bland í nøvnini, so annar kom at standa tvær ferðir á dómaraseðlinum, men tað skulu teir ikki hoyra eitt ónt orð fyri í dag, sigur gamli danski venjarin, meðan hann flennir.
Hendan dagin hevur Ole Skoubo sett gomlu HB- og landsliðskempunum, Julian Hansen og Jóannes Jakobsen, stevnu á Hvonn.
- Jóannes var ein av teimum bestu spælarunum tá, og ein av berandi kreftunum. HB vann 3-0 á MB á vøllinum, men tapti síðan 0-3 móti MB, orsakað av mistakinum á dómaraseðlinum. GÍ var eitt stig framman fyri HB á stigatalvuni, og MB megnaði ikki at bjarga sær í bestu deildini hetta kappingarárið, men flutti niður í 2. deild.
Grønland var eins serstøk uppliving
Føroyska landsliðið spældi fýra landsdystir við Ole Skoubo sum venjara í 1983.
- Tað var ein rættiliga serstøk uppliving. Tað var jú í tíðini áðrenn FIFA-góðkenningina. Vit spældu ein góðan dyst móti danska U21-landsliðnum, sum endaði við javnleiki 1-1. Danska U21-landsliðið hevði Richard Møller Nielsen sum venjara. Og fleiri av donsku spælarunum vunnu seinni evropameistaraheitið við danska A-landsliðnum í 1992, so talan var um eitt gott føroyskt úrslit, slær Ole Skoubo fast.
Hann harmast um stóra 0-6 tapið móti Íslandi á veg til Grønlands. Hann minnist, at fyrsti dysturin millum Grønland og Føroyar endaði 0-0, sum var eitt vónbrot. Føroyska liðið vann 3-2 í seinna dystinum.
Talan var um eina minniliga uppliving, men tað gjørdist fyrsta og einasta ferðin, at Skoubo var landsliðsvenjari.
Meistari við GÍ
Ole Skoubo kom aftur til Føroya í 1986, har hann stóð á odda fyri GÍ í fýra ár.
Hann metir, at talan var um eina fantastiska uppliving.
GÍ vann meistaraheitið í 1986, vann bronsu í 1987, varð nummar fimm í 1988 og varð nummar sjey í 1989.
Ole Skoubo greiðir flennandi frá, at tá var tíðin búgvin, at hann gavst, tí annars hevði liðið kanska flutt niður í 2. deild.
Danin hevur hug at framhevja Jarnskor-brøðurnar, og málrevin Símun Petur Justinussen, sum berandi kreftir á besta liðnum hjá GÍ hesi árini.
Venjari aftur
Ole Skoubo hevur verið víða sum fótbóltsvenjari. Umframt í føroyskum fótbólti, hevur hann fingið seg royndan í Danmark, Noregi og Grikkalandi.
Hann koyrdi úr Noregi til Landskrona at síggja fyrsta undankappingardystin hjá Føroyum móti Eysturríki hin 12. september í 1990.
Hann sigur, at tað var ein minnilig hending, og tað var stuttligt at síggja sensasjónina.
Nú hevur hann vitjað Føroyar við síni nýggju konu, og hann hevur eitt brennandi ynski at gerast venjari í Føroyum aftur.
Hann hevur framvegis nakað at geva, sigur hann.