Ynskir sær eina finalu ímóti Kyndli

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr seksmálsskjúttan hjá Neistanum taka samanum dystin Neistin-VÍF 32-26

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Brynju Høj, sum stóð fyri seks av málunum hjá Neistanum, tá Neistakvinnur í bólki 1 í Faxe Kondi steypakappingini vunnu 32-26 (19-13) á VÍF, og vunnu harvið bólkin, og skulu møta VB í tveimum hálvfinalum.

 

Brynja Høj heldur, at hon og liðfelagarnir vístu gott hondbóltsspæl, og tað koyrdi væl í bæði verjuni, og í umstillingunum. Í seinna hálvleiki bleiv slakað eitt sindur uppá ferðina. Eins og í dystinum ímóti StÍF, so spældu neistakvinnurnar ein framúr góðan fyrra hálvleik.

 

Brynja Høj hevur stóra virðing fyri VB, og ásannar, at serliga útidysturin suðuri í Vági verður torførur. Hon vónar enn eina finalu ímóti Kyndli, tí sambært henni, so eru tað tær bestu finalurnar.