Ynskir nýggja fínteljing á Strondum

Ein borgari í Sjóvar kommunu hevur heitt á bygdaráðið um at telja atkvøðurnar til bygdaráðsvalið enn einaferð.

 

Sjóvar kommuna hevur í dag lýst til eyka kommunustýrisfund, sum verður klokkan 17.15. Á skránni er bara eitt mál, og tað er at taka støðu til áheitan frá einum borgara um at fíntelja atkvøðurnar frá kommunuvalinum týsdagin enn einaferð.

In.fo hevur roynt at fáa fatur á borgarstjóranum í Sjóvar kommunu, Arturi Johansen. Vit vildu spyrja hann, hví atkvøðurnar skulu teljast enn einaferð, men tíverri hava vit ikki fingið fatur á borgarstjóranum, sum ivaleyst hevur nógv um at vera.

Tá vit hyggja í valúrslitini fyri Sjóvar kommunu, sæst, at tvey valevni á lista B, Hans Anders Jacobsen og Sonni Johansen, fingu hvør sínar 42 atkvøður. Í yvirlitinum, sum vísir nývalda bygdaráðið, sæst, at Hans Anders Jacobsen er valdur við lutakasti.

Tað er tí nærliggjandi at hugsa sær, at borgarin, sum hevur heitt á bygdaráðið um nýggja fínteljing, hugsar um tætta valið millum Hans Anders Jacobsen og Sonna Johansen, men tað hava vit ikki fingið váttað frá borgarstjóranum, Arturi Johansen.

Leggjast skal aftrat, at tað eisini er so tætt millum lista A og lista B um seinastu umboðini í bygdaráðnum, at tað bert er ein atkvøða, sum er avgerandi fyri, um listi A eigur seks ella fimm umboð - og listi B eigur eitt ella tvey.

##med2##