Hygg ikki at veruleikanum, sum hann er
og spyr ?hví??
Hygg hvussu veruleikin kundi verið
og spyr?hví ikki??
Nelson Mandela
12. desember 2002 hittust limirnir í nýsettu Javnstøðunevndina. Hesir eru Jan Mortensen fyri arbeiðsgevararnar, Jákup Páll Mohr Mortensen fyri arbeiðstakararnar Jancy Olsen fyri Kvinnufelags-samskipan Føroya, Hanna Ziskason Hansen fyri Mentamálaráðið og Annika W. Joensen, forkvinna, fyri Landsstýrið.
Á skránni var prát um javnstøðu og ynskir fyri hesum arbeiði komandi trý árini. Nevndin fylgir sum kunnugt landstýrinum og skal setast av nýggjum eftir næsta løgtingsval.
Avgjørt var at arbeiða sambært hugsanini í citatinum hjá Nelson Mandela, og fara vit í ætlanum okkara at miðja eftir stjørnunum. Vit fara at seta okkum høg mál og arbeiða miðvíst við at fremja tey. Lyklaorðið verður semja og styrkin verður, at vit lyfta í felag.
Tað er okkara sannføring, at javnstøða millum kynini í stóran mun snýr seg um, at vit virða okkum sjálvi. Bert soleiðis kunnu vit sýna næsta okkara virðing. Javnstøðan millum kynini byggir harnæst á ábyrgdarkensluni hjá hvørjum einstakum.
Vit lóggeva fyri javnstøðu, tí tað er neyðugt, men tað eru okkara gerðir í gerandisdegnum, sum skulu gera lógina livandi. Spurningurin, vit kunnu seta, er: Hvussu kann eg virka fyri, at menn og kvinnur í Føroyum hava somu møguleikar til persónligt frælsi? Og minnast til, at alt ger mun - ?Smáar løkir gera stórar áir?.
Tað er ikki eitt ?politiskt korrekt? citat, sum ger munin, men tey smáu sannførdu fetini. Broytingar skulu fremjast. Ikki bert tosast um.
Tað er okkara vón fyri ár 2003, at føroyingar taka undir við útsøgnini "kvinnur og menn eiga rætt til somu møguleikar" og at vit kunnu semjast um nøkur átøk, sum hava til endamáls at fáa forðingar av vegnum, sum í løtuni geva øðrum kyninum framíhjárættindi, sum ikki eru í samsvar við javnstøðulógina.
Fyri árini, sum koma er tað okkara vón, at føroyingar vilja siga sína hugsan og virka fyri, at javnstøða verður náttúrligur partur av nútíðar føroysku mentanini og samfelagsskipanini. Málið er ein hugburðsbroyting, sum sæst aftur í einum broyttum samfelagi, har kvinnur og menn ikki skulu ?passast inn?, men sjálvi vera við til at laga samfelagið soleiðis, sum tað passar okkum.
Við orðunum hjá Nelson Mandela í huga fer nevndin til verka at virka fyri einum betri samfelagi, har øll hava somu møguleikar og harvið eiga rættindini til persónligt og økonomiskt frælsi.
Við ynskjum um eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.