Ynskir fleiri landsdystir

Fróði Benjaminsen, liðskipari á føroyska fótbóltslandsliðnum hjá monnum, saknar fleiri landsdystir, men heldur tó, at eftir umstøðunum gjørdi landsliðið tað gott í gjár

– Vit skuldu gjarna spælt fleiri landsdystir, so vit kundu verið betur samanspældir, sigur Fróði Benjaminsen, liðskipari á landsliðnum, eftir tapið ímóti Íslandi.
Tó heldur hann, at orsøkin til, at føroyska landsliðið ikki var heilt í essinum til landsdystin í gjár, mest hevur við at gera serligu umstøðurnar við kava í Føroyum í vetur.
– Vit skuldu gjarna verið klárir til dyst hesa tíðina á árinum, men mann hevur ikki spælt so nógv sum mann plagar at gera av kavanum, sum hevur verið, og tí er árið í ár heilt serligt, heldur liðskiparin á landsliðnum.
Um sjálvan dystin sigur Fróði Benjaminsen, at leikararnir gjørdu tað teir kundu: – Vit spældu fult upp við teir, men tað er ikki so nógv at siga, tá mann tapir 2-0. Høvdu vit verið eitt sindur hepnari og tóku okkara møguleikar, so kundi verið øðrvísi, sigur hann.
Spurdur, hvør munurin var millum liðini í gjár, er liðskiparin avgjørdur: – Teir tóku sínar møguleikar, men tað gjørdu vit ikki, so vit mugu í hvussu so er blíva betri at gera mál, sigur Fróði Benjaminsen.