Jan Müller
Fyrst í nýggja árinum fór Vinnunevndin hjá løgtinginum undir sína viðgerð av uppskotinum til 1. útbjóðing á føroyska landgrunninum.
Nevndin hevur innkallað umboð fyri almennar stovnar, oljufeløg oo. til fundar, har limirnir í nevndini hava havt møguleika at seta hesum spurningar. Tað var fyri jól, at løgtingið hevði 1. viðgerð av útbjóðingini og gjørdi av at koyra málið í Vinnunevndina.
Heine O. Heinesen formaður í Vinnunevndini sigur, at hann fer at gera alt hann er mentur fyri at kunna leggja málið fyri aftur tingið týsdagin tann 18. januar, soleiðis at tingið beint eftir tað kann fara undir 2. viðgerð og síðani endaligu 3. viðgerðina av málinum.
Vinnunevndin hevur tosað við umboð fyri Oljumálastýrið, fyri bæði tey føroysku oljufeløgini, Atlantic Petroleum og Føroya Kolvetni, føroyska stjóran í Amerada Hess, umboð fyri Fiskirannsóknarstovuna. Hesir fundir halda fram týsdagin, tá Vinnunevndin m.a. fer at seta landsstýrismanninum í oljumálum spurningar.
Formaðurin í Vinnunevndini miðjar framvegis móti at fáa eina samda Vinnunevnd at leggja álit fyri tingið. Men tað er framvegis óvist. Serliga tvey mál eru flokkarnir ikki samdir um, og tey eru útgerðarhavnin og landsoljufelag. Oljumálastýrið mælir frá at taka alment oljufelag við í 1. útbjóðing og hesum tekur formaðurin í Vinnunevndini Heine O Heinesen undir við. Hann heldur Oljumálastýrið hevur gjørt eitt dygdargott arbeiði og tí er ringt at ganga ímóti tí.
Oljuserskatturin farin frá Albert Hall
Nú restar so bert eftir lógaruppskotið um oljuserskatt at leggja fyri tingið, tá hugsar verður um allar neyðugu fyrireikingarnar til 1. útbjóðing.
Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri hevur havt nógv um at vera í seinastuni ikki minst orsakað tí ósemju, sum hevur verið viðvíkjandi starvsfólki á stovninum men sum nú er komið í rætt lag.
-Hetta verkfallið er farið við nógvari orku, men eg vóni ikki, at tað seinkar framløguni av oljuserskattinum sigur hann.
Landsstýrismaðurin er fáorðaður annars. Sosialurin frættir tó, at tey serkønu í Fíggjarmálastýrinum hava lagt sína síðstu hond á serskattauppskotið og hava latið tað víðari til løgmansskrivstovuna, har løgfrøðiligi rættlesturin verður gjørdur. Miðjað verður móti at leggja uppskotið fyri á landsstýrisfundi mánadagin 17. januar. Sum skilst eru landsstýrisfólkini longu kunnað um høvuðstættirnar í uppskotinum. Blaðið skilur, at uppskotið er meinlíkt tí, sum varð lagt frá á oljuráðstevnuni í Aberdeen herfyri.










