Nógv kann gerast fyri at tryggja røktarheim betri ímóti eldi, sigur Ældre Sagen í Danmark. Royking er stóri trupulleikin
Seinnapartin í gjár doyðu tvær eldri kvinnur á einum røktarheimi á Djurslandi í Danmark, tá eldur kom í bygningin. Tað hendir tíverri ofta, at fólk doyggja av eldi á røktarheimum, og Ældre Sagen vildi fegin, at røktarheimini vóru nógv betri tryggjað ímóti eldi.
Sambært Tilbúgvingarstýrinum í Danmark doyggja í miðal 70 fólk hvørt ár av eldi. 16 prosent doyggja á røtkarheimum.
Les eisini: Tvær kvinnur brunnu inni á røktarheimi
– Tíverri hendir tað á hvørjum ári, at fólk doyggja í eldi á røktarbeimum. Vit vita ikki, hvør orsøkin er til hendan eldin, men tað er ofta orskað av royking, sigur Nina Bruun, sum er ráðgevi við ábyrgd fyri røktarheimum hjá Ældre Sagen.
Tølini hjá Tilbútvingarstýrinum vísa, at 72 prosent av deyðseldum á ellis- og røktarheimum henda »av ósketni við royking«.
– Størsti trupulleikin er, at bygningsreglurnar bara eru galdandi, tá bygt verður av nýggjum. So á nógvum røktarheimum er tað einasta kravið, at hitaávaringar eru. Meðan tað, tá bygt verður av nýggjum skulu eisini vera roykávaringar.
– Roykávaringingar virka skjótari enn hitaávaringar og geva harvið starvsfólkunum meira tíð, sigur Nina Bruun.
Ældre Sagen vildi fegin, at tað gjørdist eitt krav, at bæði roykávaringar og sprinklaraskipan vóru á røktarheimum.
– Tað eru jú veik fólk, sum búgva har. Nógv eru dement og nógv hava eisini fysiskar veikleikar, og teimum tørvar hjálp fyri at sleppa út.
– Tí er tað av týdningi at geva stravsfólkunum so nógva tíð sum gjørligt at handla, tá eldur kemur í. Og tá kunnu tøknilig hjálpartól veruliga gera mun, sigur Nina Bruun.
Harumframt mælir Ældre Sagen til, at tað verða gjørd roykirúm, so búfólkið kann roykja á einum stað, har starvsfólkini í størri mun kunnu hava eftirlit.
Og ikki minst, at nóg mikið er av starvsfóki, eins og at starvsfólkini eru vand við, hvussu tey gera, tá eldur kemur í.
/ritzau/