Ynskir at byrja hugbanka um grindadráp

Pete Bethune, leiðari av Earthrace Conservation, kundi hugsa sær at byrja ein hugbanka í Føroyum.

Pete Bethune, leiðari av Earthrace Conservation, kundi hugsa sær at byrja ein hugbanka í Føroyum.

 

Hesin hugbankin, á enskum think tank, skuldi verið mannaður av umboðum fyri myndugleikarnar, fyri grindamannafelagið, fyri ferðavinnuna og fyri djóraverndarfelagskapir.

 

Endamálið hjá hugbankan skuldi verið at kanna, hvørjar langtíðar avleiðingarnar eru fyri Føroyar um vit halda á við grindadrápinum, og hvørjar tær kundi hugsast at verið, um vit góvust við grindadrápinum.

 

Pete Bethune sigur, at hann hevur góðar royndir av einum tílíkum hugbanka í Trinidad og Tobago. Har vóru skjaldbøkur eitt hótt djóraslag, tí fólk veiddu tær til matna. Gjøgnum miðvíst arbeiði megnaðu djóraverndafelagsskapir at broyta almennu fatanini av skjaldbøkuni sum fóður. Ein hugbanki var settur á stovn, sum millum annað hevði sum uppgávu, at finna eina loysn fyri teir, ið fyrr høvdu verið í skjaldvøkuveiðuvinnuni, og sum nú høvdu mist sítt lívsgrundarlag. Hugbankin kom við einum uppskoti til loysn, sum var væl móttikið av øllum partum.

 

- Vit mugu kanna, hvørjar avleiðingarnar av grindadrápinum eru. Hvat hendir, um Føroyar halda á sum nú og hvat hendir, um grindadrápið spakuliga fánar burtur, sigur Pete Bethune.

 

- Eg skilji, at tað eru grundgevingar á báðum síðum. Fyri at halda á, tala orsøkir sum at hetta er ein partur av føroysku mentanini, og at hetta er veiða til matna. Ímóti grindadrápinum eru orsøkir sum at hon ikki er egnað til mannaføði, at hetta ikki einans eru tykkara djór, men tey hoyra til allar íbúgvar um norðuratlantshavi, at hetta kann skaða tykkara umdømi yvir langa tíð. Alt hetta er tílíkt, sum hugbankin skal hyggja at.

 

Pete Bethune vónar, at møta umboðum fyri landsins myndugleikar og fáa eitt prát við teir um hendan hugbankan.