Tað bleiv eitt ynskilutakast í allar mátar, tá tað í gjár bleiv drigið í høvuðssætinum hjá EHF í Wien um, hvussu A-landsliðini í hondbólti hjá kvinnum og monnum skulu spæla ávikavist sína komandi HM- og EM-undankapping.
Hjá kvinnunum komu Føroyar í bólk saman við Eysturríki, Íslandi og Makedonia í HM-undankappingini, og hetta var ein av trimum bólkum, har tey bæði fremstu í hvørjum bólki koma víðari, meðan ein bólkur var við trimum londum, har bara tað fremsta kemur víðari.
- At vit komu í bólk saman við Íslandi var eitt stórt ynski, og heldur ikki eru hini ræðandi. Eg eri øgiliga spentur, og eg eri vísur í, at vit fara at standa okkum væl, sigur Andrias F. Hansen, landsliðsvenjari hjá kvinnunum.
Fáa sum mest til Føroya
Og hjá monnunum eru mótstøðulondini Grikkaland og Kypros í EM-undankappingini, har bara bólkavinnararnir koma víðari, men hini fáa ein kjans aftrat umvegis European IHF Trophy-kappingina í næsta ár, har trý tey bestu liðini koma víðari til annað umfar í EM-undankappingini.
- Hetta var eitt ógvuliga gott lutakast fyri okkum, tí eg haldi, at um vit fyrireika okkum væl, kunnu vit vera líka væl fyri sum mótstøðuliðini, sigur landsliðsvenjarin hjá monnum, Kári Nielsen.
Ari Rouch frá Hondbóltssambandinum sigur, at nú verður farið undir at samráðast við hini londini um, hvussu dystirnir skulu spælast, men fyrst og fremst verður roynt at fáa dystir til Føroya.
- Okkara greiða útgangsstøði og stóra ynski er, at vit kunnu vísa landsliðshondbólt fram her í Føroyum, so tí fara vit eftir, har vit fáa tann møguleikan, sigur hann.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøður við teir tríggjar.









