Ynskiligt hevði verið

Tað er so nógv, tey kundu ynskt sær meira á alistøðini hjá Føroya Fiskaaling í Nesvík. Men umstøðurnar eru bara til uttandura brunnar og netringar í eini grótbyrging

Tað liggja nakrir smáir brunnar í eini byrging norðuri í Nesvík. Har er nýklakt kalvayngul í. Nakrir ringar liggja norðanfyri. Har eru eitt sindur størri kalvar í. Tveir ringar liggja sunnan fyri hesar gummibrunnarnar. Har eru nakrir toskar í. Og uppi á landi standa eini tvey kør norðan fyri lívfiskahøllina. Har eru næstan kynsbúnir kalvar í.
So er tað bygningurin sjálvur, har lívfiskurin gongur. Hann er góður og væl útgjørdur. Jú, har inni eru umstøðurnar góðar, siga starvsfólkini hjá Fiskaaling í Nesvík.
Tann, sum kemur framvið hesi støðini, sum av røttum átti at verið okkara stoltleiki, hevur hug at undrast á, at føroyingar raðfesta eitt slíkt stórmál sum fiskaaling so mikið lágt, sum tann vitjandi heldur seg síggja.
Tey hava í onkrum á roynt at alt kalva, og kundu við betri umstøðum, ivaleyst havat fingið væl meira burturúr, enn veruleikin er.
Og toskaaling, sum tey aðrastaðni gera alt meira burturúr, tykist ikki hava áhuga her heldur.
Tað ganga nakrir fittir toskar í hesum smáu ringunum, og teir hava gýtt. Men rognini vórðu ikki fingin til høldar.
Og meðan vit bíða eftir, at hesar royndirnar við øðrum enn laksi og sílum skulu gerast til nakað munagott, eru íslendingar farnir at flyta alifisk til Føroya.