Ikki valdaði friðurin leingi í barnsburðargrunninum. Harmiligt, sera harmiligt, at tað, sum ikki einaferð, verður borðreitt við eini ætlan, ið ger støðuna verri hjá løntakarunum á privata arbeiðsmarknaðinum, og so tí lægra endanum aftrat.
Antin ein grunnur, ið javnstillar allar starvsbólkar, ella ongin.
Um onnur ætlan verður førd út í verkið, so skilji eg slettis ikki tosið um solidaritet her á landi, tá verður tað, sum eg alla tíð havi hildið, at solidaritetspílurin bara vendur ein veg ,og er tað beint í móti tí longu økonomiskt tryggjaðu elituni í Føroyum.
Eg dugi illa at ímynda mær, hvussu vit skulu koma víðari við einum barnsburðargrunni, har øll eru javnstillað, um ikki hugtakið solidaritetur verður veruleiki hjá øllum teimum,ið ongantíð koma at missa løn sum er, tí tað er teimum tryggja í avvarandi sáttmála. Teir starvsbólkarnir mugu geva seg økonomiskt, annars ber ikki til, í hvussu er so leingi vit mangla pening her á landi.
Hesin óvanin at halda, at alt ber til, bara vinnan fær allan kostnaðin blakaðan á seg, tá peningur restar í á fíggjarlógini, hann má halda upp at, tí tað kann koma tann dagur, har ongin tímir at fáast við vinnuna meir, so møðsamt tað mangan er, hvar eru vit tá? tá nyttar lítið at tosað um børnini sum tilfeingi nr. 1, tí hvat hevur framtíðin at bjóða teimum í Føroyum?
Solidariteturin kann ikki bara peika ein veg, tað førir bara ónøgd og øvundsjúku við sær, tvær kenslur, ið ikki er tær mest stimbrandi, um vit ætlað okkum at økja so nógv um vinnuna her á landi, at hon verður garantur fyri einum sjálvberandi búskapi.
Eg var annars so glað, tá barnsburðargrunnurin kom, tí eg helt, at nú var hesin fíggjarligi ójavnin javnaður við jørðina, í hvussu so er fyri mammurnar.
Eg sum helt, at nú var bert eftir at lata solidaritestpílin peika í móti pápunum, men, men.
Í solidariteti við pápunum, vil eg endurgeva nøkur orð úr eini danskari grein, har ein gomul omma sigur frá um sítt lív og hennara hugsan um framtíðina. Um Sjúrður Skaale skuldi fingið hug at slatra til ommuna, tí eg brúki hennara grein, er navnið á ommuni Henny Harald Hansen, dr. scient.soc., 90 ár, eg veit ikki hvar hon býr, men tað finnur Sjúrður útav.
Eg citeri: Men rigtig bekymret for udviklingen, det er jeg ikke. Atombomber, krig og forurening: når det virkelig gælder--op ad muren ! ? så kan du tro, de finder på noget. Det har mennesket altid gjørt. Og så har kvindebevægelsen gjort en glimrende ting: den har sat manden ind i barneværelset. Jeg ser sommetider fra min lejlighed nogle unge mennesker sidde ved Søerne, med ryggen til. Og jeg tænker: sikke nogle søde unge koner ! --- og så rejser de sig op og så har de fuldskæg.... Gud hvor er det pragtfuldt.
Sådan nogle fædre vil ikke fremtidigt sende deres sønner ud til kanonføde. De har hæget om dem, de har kælet med dem-de har taget ansvar for deres skæbne endnu inden de blev født ? de ved de er vidne til et under. Undere slår man ikke ihjel. Min bedstefar havde tretten børn- jeg tror ikke han har været alene med eet eneste et af dem. Det nye samvær mellem far og barn er noget af det smukkeste jeg har oplevet. De vil ta` sig sammen, de vil stoppe det lort, som krige er. Så jeg tror ikke at jorden vil gå under i denne omgang. Livet er for dyrebart. Citat slut!
Tí eigur barnsburðargrunnurin hava eitt annað endamál, enn bara "at hugsa pengar ", tá barn og foreldur skulu læra hvørt annað at kenna.
Mítt ískoyti til broytingar í barnsburðargrunninum er, at fakfeløgini, sum hava barsilsløn niðurfelda í teirra sáttmála,liva upp til solidariteshugtakið fakfelagið er bygt á, og hugsa um øll tey á arbeiðsmarknaðinum, sum møguliga mugu niður í barsilsløn, fyri at tað framhaldandi skal vera nokk til útgjald hjá nøkrum fáum, sum hava sáttmálatryggjaða barsilsløn.
Meira ítøkiligt haldi eg tað vera eitt betri hugskot at geva øllum líka , til dømis kunnu tey,ið arbeiða fulla tíð, fáa kr. 14.000,00 um mánaðin, maður sum kona, arbeiðir ein hálva tíð, er gjaldið kr. 7.000,00. Í hesum tíðarskeiðinum kunnu tey háløntu so gleðast yvir at verða skattaði lægri, og seta nýtslu og útreiðslur niður tilsvarandi.
Eg ivist onga løtu í, at bankarnir eru til at tosað við um avdrøgini upp á húsalán eru ov høg, soleiðist at gjaldast kann minni ella útseta avdrøg í nakrar mánaðir.
Hvussu gott verður tað ikki tann dag grunnurin eigur ov nógvan pening? inngjaldið lækkar ella útgjaldið hækkar....
Solidaridetur í verki, ella sum handan danska omman ivaleyst hevði givið mær rætt í: Lige for lige når venskab skal holdes.