Ynskiligt at fleiri borgarar møttu

- Tey, sum møttu fyri kommunustýrið, fingu nógv at vita - og okkurt at hugsa um, sigur Sjóvar kommuna.

Í gjár høvdu fólk í Sjóvar kommunu høvi at koma á borgarafund. Tað var, tá sitandi kommunustýrið tók við, at tey settu sær fyri at koma á tal við borgararnar í kommununi.

 

Fyrr í heyst var borgarafundur á Selatrað, og í gjár var so fundur við borgararnar á Morskranesi, við Kolbeinagjógv og fyri Innan Glyvur.

 

Á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu verður sagt, at hóast ynskiligt hevði verið, at uppmøtingin var betri, eydnaðust fundirnir væl, og nógv kom upp at venda.

 

- Tosað varð um gøtuljós, vatnveiting, keiir, gøtur, vegir, vetrarhald, fríðkan og annað.

 

Lagt verður aftrat, at samanum tikið eru borgararnir í kommununi nøgdir, men onkrir vantar eru, treyðugt so.

 

- Tey, sum møttu fyri kommunustýrið, fingu nógv at vita - og okkurt at hugsa um, tá ætlanir skulu leggjast fyri komandi ár, sigur kommunan.

 

Myndin er av heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu.