Vmigo er ein lítil elektroniskur vinur, sum barnið skal draga umsorgan fyri. Kann setast til sjónvarpið, har til ber at fylgja við í tilveruni hjá Vmigoinum. Hann hevur fetteljara, so barnið eisini fær stig fyri at røra seg. Úr 8 ár. 499,- krónur.
--
Teddy Factory er ein maskina, sum fyllir bamsuna við fyllu. Barnið ættleiðir bamsuna, sum verður glað, tá hon fær muss og klem. Úr 5 ár. 249,- krónur.
--
Flexi Trax
Eins og undanfarin ár, er Flexi Train eitt rættiligt jólagávuhitt. Í ár fæst ein stórur bani, við infrareyðum sporum, sum barnið skal finna við politityrluni, ið fylgir við. Kann byggjast út við ymsum lutum. Er bæði til gentur og dreingir úr 4 ár og upp til vaksin.
--
Bratz er tað heilt stóra til genturnar, og vælumtóktu damurnar hava nú av álvara yvirhálað Barbie-dukkurnar. Nýggjasta dukkan dugur at tosa, og eisini eru nakrar komnar, sum hava gimsteinar á klæðunum. Úr 4 ár og upp í umleið 9 ár. Eru at fáa úr 159,- krónum.
--
Vísindin ræður í teimum mongu eksperimenterandi leikunum, ið eru komnar á marknaðin seinastu árini. Her eru spøl við royndum í alis- og evnafrøði og rúmdini. Chemisty Lab er tað heilt stóra, men á pakkanum stendur, at leikan er óegnað til børn undir 12 ár, og at vaksin eiga at vera við, um børnini eru yngri. 179,- krónur.
--
Didl er vælumtókt hjá øllum gentum og fæst í øllum prísum. Serliga blokkarnir fella í góða jørð, tí genturnar býta um pappír og samla uppá tey. Úr 4 ár og heilt upp til næstan vaksnar gentur.
--
Pirates of Caribean hevur úr at velja av lutum og serium, so har er altíð okkurt til ein hvønn smádrong. Har eru banar, bátar, figurar, bilar, klæði, svørð og mangt mangt annað. Til ein hvønn pengapung. Úr 5 ár.
--
Transformers koma fram aftur við jøvnum millumbili. Eru dreingjaleikur, ið kunnu broyta skap, eitt nú frá bili til robot, ella flogfar til monstur. Kreativt og konstruerandi – ein sonn dreingjadilla. Í ymsum prísklassum. Úr 3 ár og upp.
--
My to you serian er vælumtókt hjá gentunum, vinkonubøkur, bamsur, blýantar og líknandi..
--
Fjarstýrdir bilar til dreingir í øllum aldri, her í risastødd fyri 599 og 799 krónur.
--
Karaoke anlegg, stuttligt hjá børnum og vaksnum – bjarga einum og hvørjum jólaballi. 749 krónur
--
Tey traditionellu spølini eru altíð vælumtókt. Til allar aldursbólkar og príslegur.
--
Lítli Ívar fann sær eina xylonfon, sum ljóðaði so stuttligt, at hann kundi hugsað sær eina slíka.










