Ynski er fleiri góðar enn tungar løtur

- Eg gleðist um at hava markerað meg sum listafólk í mínum kæra heimlandi, sigur Sidsal Randarsól Kristiansdóttir.

 

Hvat minnist tú best frá 2013?

 

- Ein turbulent nýggj byrjan á nærum øllum økjum í mínum lívi.

 

Tað sigur Sidsal Randarsól Kristiansdóttir, sum hevur búð í Danmark í nógv ár, men sum nú býr aftur í heimbygdini, Skopun.

 

Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2013?

 

- At eg havi megnað at markerað meg sum listafólk í mínum kæra heimlandi, hóast turbulentu støðuna.

 

Hvat vilt tú helst gloyma frá 2013?

 

- Tær tyngstu løturnar.

 

Hvat ynskir tú tær í 2014?

 

- Eg ynski fleiri góðar enn tungar løtur til øll okkum sum "tog slebet i 2013", sigur Sidsal Randarsól Kristiansdóttir.