Yngsti tingmaður er rithøvundur

Yngsti tingmaðurin nakrantíð hevur í vikuni givði út aðru skalsøgu sína, síðani hann varð valdur á ting sum næstyngsti tinglimur nakrantíð – 29. oktober í 2011

Yngsta fólk á tingi, tann 25 ára gamli Hanus Samró, hevur givið út næstu skaldsøgu sína, síðani hann fyri tveimum árum síðani varð valdur á ting fyri Fólkaflokkin – sum næstyngsti tingmaður nakrantíð.

 

Tað var fríggjadagin, at bók hansara, »Hans Jensen«, kom út. Sjálvur sigur hann, at »Hans Jensen« er ein politisk spenningsøga, ið millum annað viðger uppboðssøluna av sild og makreli, handilsstongsulin hjá ES og avbjóðingina við fólkavøkstri og fólkatilflyting.

 

– Tað er í gjøgnum eyguni á vinnulívsmanninum, Hans Jensen, at avbjóðingarnar verða viðgjørdar, sigur Hanus Samró.

 

» – Hans Jensen er farin til Dubai í arbeiðsørindum, tá túrurin fær eina bráða vend. Skal hann selja prinsippini og fara eftir vinninginum ella halda fast við grundhugsjónina, men missa vinningin? Um ætlanin skal eydnast, verður hann noyddur at fáa politisku skipanina við. Spurningurin er, um politiska skipanin vil samstarva, tí Hans Jensen er ikki beinleiðis vinarligur, tá tað kemur til almennu umsitingina,«

 

Skaldsøgan hjá Hanusi Samró er 424 síður.

 

Hanus Samróer 25 ár og býr í Hoyvík, har hann vaks upp. 15 ára gamal flutti hann til Hollands við familjuni. Hanus tók prógv í International Baccalaureate í 2007. Hann flutti aftur til Føroya í 2008 og starvaðist eitt skifti sum læraravikarur. Hann fór undir at lesa stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetri Føroya í 2010.

 

Hanus Samró var valdur á ting 29. oktober í 2011. Hann er valdur fyri Fólkaflokkin og er tann næstyngsti valdi tingmaðurin nakrantíð. Hann er stjóri og partaeigari í smápartafelagnum Ó. Fyrra skaldsøga hansara kallaðist »Tey bæði – trúfesti og fullkomin friður«.

 

TRÝST HER fyri at lesa samrøðu við Hanus Samró í Sosialinum fyri júst tveimum árum síðani