Yngsti maðurin fór við flestu steypunum

Seyðasýning var í Vági fríggjakvøldið. Yngsti luttakarin, Jón Arni Hjelm, fór við ikki færri enn trimum steypum

Nógv fólk var savnað í kjallaranum í Stóra Pakkhúsi í Vági fríggjakvøldið. Árliga seyðasýningin var á skránni og meðan dómararnir tóku dagar ímillum seyðirnar, stóðu ung sum eldri spent framvið og eygleiddu, høvdu kanska hug at ilskast ella fegnast, so sum tað nú hoyrir til slíkt tiltak. Men alt gekk friðarliga og í besta sóma.
Eftir sjálva sýningina og dømingina, var borðhald í Pakkhúsinum, har dómararnir eisini komu við úrslitinum.
Og yngsti luttakarin slapp at taka ímóti trimum av teimum seks handaðu steypunum. Jón Arni Hjelm, sum gongur í 2. flokki í Vágs Skúla, slapp at taka ímóti trimum steypum. Hann, og abbin, Josef Midjord, hava heiðurin fyri, at seyðurin er so góður, sum hann er.
Jón Arni fekk fyrstu og aðru viðrisløn fyri bestu hagalombini. Fyri uttanbýggja/traðarlamb fekk Juhl Sumberg fyrstu og aðru virðisløn og John Petersen fekk 3. virðisløn.
Eitt ferðasteyp fyri besta hagapart ella besta hagalamb, varð eisini latið og var hetta ein lampa, ið stendur á vøkrum veðrahorni. Eisini her kundi Jón Arni Hjelm errin fara upp at taka ímóti.
Ongir veðrar fingu steyp ella virðisløn, tí ongin var mettur so góður í ár, at hetta kom upp á tal.
Í ár varð nýggja tøknin eisini komin til Vágs og til bar at skanna seyðin fyri feitt. Ikki allir tóku av hesum tilboð, men av teimum umleið 15 seyðunum, sum fingu hesa skanning, var onkur ímillum, ið fekk veruliga góð tøl.