Kristina Clementsen tók í gjár sæti á tingi fyri Tjóðveldisflokkin.
Kristina varð uppstillað fyri Unga Tjóðveldið á listanum hjá Tjóðveldi. Hon fekk 134 atkvøður á løgtingsvalinum og gjørdist harvið nummar 13 á listanum hjá Tjóðveldi.
Kristina er fødd 5. juni í 1996 og er sostatt 19 ára gomul. Hon er tískil, so vítt in.fo dugir á at skyna, yngsti persónur sum hevur havt sæti á tingi í søgu løgtingsins.
Yngsti maður, sum er valdur á ting, er Jákup í Jákupsstovu, sum varð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin sum 23 ára gamal 6. november í 1945.
Hanus Samró var eitt vet eldri, tá hann varð valdur á ting fyri Fólkaflokkin sum 23 ára gamal í 2011.
Somuleiðis Finnbogi Ísakson, sum eisini var 23 ára gamal, tá hann varð valdur á ting í 1966.
Jørgen Niclasen var 20 ára gamal, tá ið hann í 1989 fyrstu ferð tók sæti á tingi sum varamaður fyri Fólkaflokkin. Hann sat sum fastur varamaður frá 1991-1993 fyri Svend Åge Ellefsen, sum varð valdur í landsstýrið í januar í 1991.
Jákup Sverri Kass var 21 ára gamal, tá hann tók sæti sum fastur varamaður fyri Helenu Dam á Neystabø og Sjálvstýrisflokkin í 1998.