Yngru lærararnir fyri vanbýti

Magnus Tausen, lærari í Tórshavnar Kommunuskúla, fílist saman við øðrum lærarum á nýggja tryggingarskipan, ið hevur vakt stóra misnøgd millum lærararnar. Elsa Birgitta Petersen vísir á, at hetta er ein solidarisk skipan, sum er gjørd í røttum fakfelagsanda

Lærararafelagið hevur seinastu 20 árini havt eina trygging, ið hevur virkað á tann hátt, at um tú doyrt, fáa tey avvarðandi eitt ávíst útgjald, og tað útgjaldið er so minkað, jú eldri ein verður. Tað vil við øðrum orðum siga, at um ein ungur lærari doyr, fáa tey avvarðandi eitt stórt útgjald. Tá tú so ert 67 ára gamal, fellur tú náttúrliga úr skipanini, og tá ert tú ikki tryggjaður meir.

Nú hevur Lærarafelagið gjørt eina nýggja skipan, tí eftir teirra tykki var hin ikki nóg tíðarhóskandi. Nýggja skipanin ber í sær, at útgoldnu upphæddirnar eru nógv størri. Tað vil siga, at doyrt tú, áðrenn tú ert 44 ár, fáa tey avvarðandi 500.000 kr, ert tú millum 45 og 55 ár, lækkar upphæddin niður í 300.000 kr, og hetta stendur við, til tú ert 67 ára gamal. Tá tú so sum lærari ert vorðin 67 ára gamal, fært tú eitt útgjald, sum ljóðar uppá 100.000 kr.

Tað, sum nú hevur vakt ans og hevur elvt til stóra misnøgd hjá lærarunum, er, at um vit siga, at ein lærari er 66 ár og níggju mánaðir gamal, er hann við í hesi skipan í tríggjar mánaðir, og fær hann síðani 100.000 kr. í hondina. Ein 25 ára gamal lærari kann harafturímóti seta peningin, hann rindar til hesa skipan, inn á bók og síðani hava 300.000 kr., tá hann er 67 ára gamal.

Skipanin er tí sambært Magnusi Tausen sera órættvís, við tað at ungu lærararnir rinda pening til eldru lærararnar. Tað halda Magnus Tausen og aðrir lærarar ikki er heilt rætt, við tað at tað gerst sera ójavnt býtt millum lærararnar, alt eftir hvønn aldursbólk teir hoyra til.

- Summi gjalda einki og fáa alt, meðan onnur gjalda alt og fáa einki, sigur Magnus Tausen við Sosialin, og tað er í roynd og veru har, ónøgdin hjá lærarunum liggur.

Lærararnir gjalda yvir 300 kr. um mánaðin til nýggju tryggingina. Ein helvt fer til upphæddina, sum tey avvarandi fáa, um teir doyggja, meðan hin helvtin fer til hesar 100.000 kr.

- Rokna vit eitt sindur, rindar ein 25 ára gamal lærari 300.000 kr., til hann er 67 ára gamal og fær 100.000 kr. aftur, meðan ein lærari, sum júst er vorðin 66 ára gamal, rindar umleið 3600 kr. og fær 100.000 kr útaftur. So skeiv er myndin í veruleikanum, sigur Magnus Tausen við Sosialin.


Hava sett spurningar

Spurdur hvat hann og aðrir ónøgdir lærarar, ætla at gera við málið, sigur Magnus, at tey hava sett nevndini í Lærarafelagnum nakrar spurningar, sum tey vóna, at nevndin kann svara teimum uppá. Síðani ætla tey sær víðari við hesum máli.

- Vit ætla at fáa eitt kjak í lag inni á internet-heimasíðuni hjá KT deplinum (www.skulin.fo.), har vit vónandi eisini fáa nevndina í Lærarafelagnum uppí, sigur Magnus Tausen. Hann sigur víðari, at tey hava kannað nøkur ting viðvíkjandi bæði trygging og uppsparingum, og niðurstøðan er, at nevndin er farin fullkomiliga skeiv í hesum máli.

Tað, sum Magnus eisini fílist á, er hátturin, sum nýttur varð, tá skipanin kom í gildi.

- Á aðalfundi í juni mánaði varð hetta uppskot lagt fram, uttan at limirnir í veruleikanum vistu, hvat skipanin innibar. Síðani atkvøddu øll fyri broytingini, og nú kemur til sjóndar, hvat hetta veruliga er.

Magnus sigur eisini, at hetta er eitt alt ov stórt mál at taka støðu til eftir bara at hava fingið nakrar fáar upplýsingar á einum aðalfundi. Kunningin hevur stutt sagt ikki verið nóg góð eftir tykki Magnusar.

Ynskið er, at skipanin við teimum 100.000 krónunum snøgt sagt fall burtur, meðan ein sjálvur ger av, um hann vil spara upp ella ikki.

Skipanin kann tó ikki broytast uttan nýggjan aðalfund.


Solidarisk skipan

Elsa Birgitta Petersen, formaður í Føroya Lærarafelag, heldur ikki, at atfinningarnar hjá teimum ónøgdu lærarunum eru heilt í lagi.

- Vit hava havt eina trygging síðan 1980, men vit hildu, at tíðin var komin at dagføra hana. Hesum hava vit so arbeitt við í eitt hálvt ár, og á aðalfundi 17. juli í ár, var hon einmælt samtykt, sigur Elsa Birgitta Petersen.

Hon er ikki samd í teimum, sum føra fram, at skipanin er órættvís, men heldur, at hetta er ein góð trygging.

- Hetta er ein solidarisk trygging, sum er gjørd í røttum fakfelagsanda. Hetta er tann sama solidariska skipanin, sum vit hava havt alla tíðina. Allir 750 limirnir verða tryggjaðir uttan mun til, hvør heilsustøða teirra er, sigur Elsa Birgitta.

Lærarafelagið hevur eisini sett eina undirnevnd at viðgera nýggju tryggingina, nú lærarar hava gjørt vart við sína ónøgd. Eisini vísir hon aftur, at lærararnir hava verið ov illa kunnaðir um málið.

- Vit hava havt eina frágreiðing í Skúlablaðnum um ársskiftið, og eisini varð kunnað um málið á aðalfundinum. Uppskotið varð einmælt samtykt, leggur hon dent á, og Lærarafelagið skal halda seg til eina samtykt, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

So er spurningurin, hvat undirnevndin kemur fram til í síni viðgerð av málinum, men aðalfundurin skal góðkenna eina broyting.