FIMLEIKUR
Um vikuskiftið skipaði Føroya Fimleikasamband fyri tveimum kappingum í amboðsfimleiki í ítróttarhøllini í Runavík. Fitt av fólkið var og hugdi, tá ið fimleikararnir vístu síni kynstur á gólvi, bita, í lopi og ringum. Hesar kappingarnar vóru fyri yngru fimleikararnar, t.v.s. pinkur, piltar, gentur og dreingir, og fimleikararnir kappaðust í tveir dagar, leygardagin og sunnudagin. Fimleikararnir vóru frá Fok, Ljósinum, Havnar Fimleikafelag og Støkk.
Kappingin leygardagin var skipað í tveimum; fyrra kappingin byrjaði kl. 11:30. Tá kappaðust genturnar og pinkurnar í basic line og dreingirnir og piltarnir í seríðkan. Seinna kappingin, sonevnda all round FM kappingin, var um føroyameistaraheitið í amboðsfimleiki. Tilsamans vardi kappingin í heilar sjey tímar, so talan var næstan um rættiligan maraton-fimleik. Kappingin leygardagin var samstundis kvalifikatión til amboðsfinalurnar sunnudagin, har seks teir bestu fimleikararnir kappaðust um føroyameistaraskapin í hvørjum amboði fyri seg.
Sunnudagin vóru amboðsfinalurnar so á skránni. Henda kappingin gekk munandi skjótari og betur enn fyrra dagin. Tó má sigast, at tað sást, at fimleikararnir vóru troyttir eftir longu kappingina leygardagin; lopini gjørdust í so tung hjá nógvum; so sjálvur fimleikurin var ikki so flottur, sum hann kundi verið.
Feløgini, sum kláraðu seg best, vóru Støkk og Havnar Fimleikafelag, sum áttu so at siga allar fimleikararnar í amboðsfinalunum sunnudagin, og allir føroyameistararnir vóru úr hesum báðum feløgunum.
Komandi vikuskiftið verða somu kappingar á skránni fyri eldru fimleikararnar, t.v.s. kvinnu- og mansunglingar, kvinnur og menn. Hesar kappingarnar verða í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.
Úrslitini í basic line og seríðkanini vóru hesi:
Pinkur:Nr. 1Katrin S. Wardum, HF8,55 stig
Nr. 2Barbara D. Eiriksfoss, HF8,15 stig
Nr. 3Hildur Egilsdóttir, HF5,80 stig
Piltar:Nr. 1Julian Steingrund, Støkk6,00 stig
Nr. 2Rani Petersen, HF5,40 stig
Nr. 3Bartal Wardum, HF4,85 stig
Gentur:Nr. 1Elisabet Jákupsdóttir, HF7,60 stig
Nr. 2Eydna Danielsen, HF7,45 stig
Nr. 3Birita Poulsen, HF7,10 stig
Dreingir:Nr. 1Jákup S. Davidsen, Støkk6,25 stig
Nr. 2Arni Svøðstein, Støkk5,35 stig
Nr. 3Pætur Høj, Støkk4,75 stig
Úrslitini í føroyameistarakappingini vóru hesi:
Pinkur:Nr. 1Katrin S. Wardum, HF31,50 stig
Nr. 2Barbara D. Eiriksfoss, HF30,25 stig
Nr. 3Durita Davidsen, Støkk25,45 stig
Piltar:Nr. 1Julian Steingrund, Støkk25,55 stig
Nr. 2Rani Petersen, HF23,80 stig
Nr. 3Ari Langgaard, Støkk23,55 stig
Gentur:Nr. 1Eydna Danielsen, HF29,55 stig
Nr. 2Birita Poulsen, HF27,75 stig
Nr. 3Astrid Foldarskarð, Støkk26,70 stig
Dreingir:Nr. 1Arni Svøðstein, Støkk26,45 stig
Nr. 2Jákup S. Davidsen, Støkk26,10 stig
Nr. 3Pætur Høj, Støkk24,45 stig
Úrslitini í amboðsfinalunum vóru hesi:
Pinkur:Gólv:Nr. 1Barbara Eiriksfoss, HF7,70 stig
Nr. 2Katrin S. Wardum, HF7,35 stig
Nr. 3Jórunn Hansen, Støkk6,30 stig
Lop:Nr. 1Barbara Eiriksfoss, HF7,650 stig
Nr. 2Katrin S. Wardum, HF7,625 stig
Nr. 3Birita Debes, Støkk7,600 stig
Biti:Nr. 1Katrin S. Wardum, HF8,10 stig
Nr. 2Anita Davidsen, Støkk6,70 stig
Nr. 2Durita Davidsen, Støkk6,70 stig
Piltar:Gólv:Nr. 1Julian Steingrund, Støkk7,167 stig
Nr. 2Rani Petersen, HF6,550 stig
Nr. 3Ari Langgaard, Støkk6,500 stig
Lop:Nr. 1Ari Langgaard, Støkk6,700 stig
Nr. 2Bartal Wardum, HF6,500 stig
Nr. 3Rani Petersen, HF6,400 stig
Ringar:Nr. 1Julian Steingrund, Støkk6,570 stig
Nr. 2Ari Langgaard, Støkk6,230 stig
Nr. 3Rani Petersen, HF5,130 stig
Gentur:Gólv:Nr. 1Astrid Foldarskarð, Støkk7,25 stig
Nr. 2Eydna Danielsen, HF7,00 stig
Nr. 3Kára Djurhuus, Støkk6,30 stig
Lop:Nr. 1Eydna Danielsen, HF7,700 stig
Nr. 2Astrid Foldarskarð, Støkk7,600 stig
Nr. 3Hjørdis Jørgensen, HF7,575 stig
Biti:Nr. 1Birita Poulsen, HF7,20 stig
Nr. 2Elisabeth Jákupsdóttir, HF6,90 stig
Nr. 2Astrid Foldarskarð, Støkk6,90 stig
Dreingir:Gólv:Nr. 1Arni Svøðstein, Støkk7,47 stig
Nr. 2Pætur Høj, Støkk7,17 stig
Nr. 3Jákup S. Davidsen, Støkk6,70 stig
Lop:Nr. 1Arni Svøðstein, Støkk6,70 stig
Nr. 2Jákup S. Davidsen, Støkk6,60 stig
Nr. 3Pætur Høj, Støkk6,50 stig
Ringar:Nr. 1Jákup S. Davidsen, Støkk6,60 stig
Nr. 2Arni Svøðstein, Støkk6,50 stig
Nr. 3Pætur Høj, Støkk5,73 stig