Yngru badminton-meistararnir funnir

Miðvísa ungdómsarbeiðið í badminton ber ávøkst og talið á íðkandi veksur alsamt.

Seinasta vikuskifti var Kontrast FM, har vinnarar av Føroyameistaraheitinum hjá teimum vaksnu badminton spælarunum vórðu funnir. Yngru deildirnar hava nú havt sínar FM kappingar, og er FM í yngru deildunum somuleiðis avgjørt.  

 

- Vit fegnast um, at miðvísa ungdómsarbeiðið í badminton enn einaferð sæst aftur í mongu dystunum, tá ungu badmintonleikararnir kappast um heiðursmerkini - ungu spælararnir geva okkum tættar og spennandi dystir. Somuleiðis fegnast vit um, at talið av spælarum, ið velja at kappast um FM heitið í badminton fyri børn og ung, alsamt veksur, sigur  Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í Badmintonsambandi Føroya.

 

Talið av ungum badmintonleikarum gerst alsamt størri, og av hesi orsøk hava yngru leikararnir kappast um FM heitið tvey vikuskifti. 21. mars var FM kappingin í tvimans- og blandaðum tvímansleiki i Klaksvík hjá U11-U17. 18. og 19. apríl var kappingin um FM heitið í einmansleiki avgjørt hjá U9-U17.

 

Hesi vunnu heiðursmerki í FM kappingunum 2015 í badminton fyri yngri leikarar:

 

U9 damesingle
Gull: Ranja Joensen, KBF - Silvur: Oddbjørg í Buð, KBF - Bronsa: Fríða Magnussen ÍF

U9 herresingle
Gull: Lucas Gardar, MBF - Silvur: Jósef Ólavsson, ÍF - Bronsa: Áki E. Næss, MBF

 

U11 damesingle
Gull: Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF - Silvur: Malena Olsen, KBF - Bronsa: Erla Johannesen, KBF

U11 herresingle
Gull: Silas Jacobsen, KBF - Silvur: Jósef Dánialson, MBF - Bronsa: Nóa Eyðsteinsson, MBF

U11 damedouble
Gull: Ranja Joensen/Oddbjørg í Buð, KBF - Silvur: Erla Jacobsen/Erla Johannesen, KBF - Bronsa: Mia Thorkildshøj/Sanna Thorkildshøj, HBF

U11 herredouble
Gull: Ari Jógvansson/ Silas Jacobsen, KBF - Silvur: Nóa Eyðsteinsson/Jósef Dánialson, MBF - Bronsa: Trygvi Weihe, MBF/Aron Kensson, IF

U11 mix-double
Gull: Bjarnhild í Buð Justinussen/Silas Jacobsen, KBF - Silvur: Malena Olsen/Ari Jógvansson, KBF - Bronsa: Ranja Joensen/Leivur Joensen, KBF

 

U13 damesingle
Gull: Lena Maria Joensen, KBF - Silvur: Adhya Nandy, HBF - Bronsa: Miriam í Grótinum, HBF

U13 herresingle
Gull: Ari Nandi, MBF - Silvur: Rúni Øster, HBF - Bronsa: Hans Eltør, KBF

U13 damedouble
Gull: Miriam í Grótinum/Adhya Nandy, HBF - Silvur: Anna Maria Heðinsdóttir, HBF/Lena Maria Joensen, KBF - Bronsa: Bjarnhild í Buð Justinussen/Malena Olsen, KBF

U13 herredouble
Gull: Rúni Øster, HBF/Ari Nandi, MBF - Silvur: Hans Eltør, KBF/Rani Ákason, VÍF - Bronsa: Eiler Fróðason /Marjus Egilstoft Nielsen, MBF

U13 mix-double
Gull: Adhya Nandy, HBF/Ari Nandi, MBF - Silvur: Lena Maria Joensen, KBF/Rani Ákason, VÌF - Bronsa: Anna Maria Heðinsdóttir/Rúni Øster, HBF

 

U15 damesingle
Gull: Mona Rasmusdóttir, ÍF- Silvur: Alma Kentsdóttir, HBF - Bronsa: Sissal Thomsen, HBF

U15 herresingle
Gull: Ari M. Jacobsen, KBF - Silvur: Jónas Djurhuus, HBF - Bronsa: Sámuel Eysteinsson, MBF

U15 damedouble
Gull: Mona Rasmusdóttir/Jensa Tórolvsdóttir, ÌF - Silvur: Sissal Thomsen/Alma Kentsdóttir, HBF - Bronsa: Marianna Hansen/Laura Johnsdóttir, ÌF

U15 herredouble
Gull: Jónas Djurhuus/Jónfinnur Hansen, HBF - Silvur: Árant Á Mýruni/Ragnar Weihe, MBF - Bronsa: Heðin Hávarsá/Jónas Vágsheyg, KBF

U15 mix-double
Gull: Sissal Thomsen, HBF/Dann Frodason, MBF - Silvur: Mona Rasmusdóttir, ÍF/Jónas Djurhuus, HBF - Bronsa: Alma Kentsdóttir/Jónfinnur Hansen, HBF

 

U17 damesingle
Gull: Gunnva Jacobsen, HBF- Silvur: Marjun Á Lakjuni, KBF - Bronsa: Femja M. Jacobsen, KBF

U17 herresingle
Gull: Dann Fróðason, MBF- Silvur: Rógvi Ziskason, HBF - Bronsa: Andrass Dánjalsson, MBF

U17 damedouble
Gull: Femja M Jacobsen/Marjun á Lakjuni, KBF - Silvur: Elsbet Askham/Beth Olsen, KBF - Bronsa: Jastrid Foldbo, ÍF/Jóna S. Poulsen, MBF

U17 herredouble
Gull: Rani í Bø/Ari M Jacobsen, KBF - Silvur: Dann Frodason/Andrass Dánjalsson, MBF - Bronsa: Petur Absalonsen, KBF/Jónas Mikkelsen, ÍF

U17 mix-double
Gull: Marjun á Lakjuni/Rani í Bø, KBF - Silvur: Gunnva Jacobsen/ Rógvi Ziskason, HBF - Bronsa: Femja M Jacobsen/Jan Eli Ragnarsson, KBF