Besta liðið hjá HB hevur seinastu tvey árini verið fyri einum ættarliðsskifti. Týðandi og royndir spælarar, sum í stóran mun vóru við til at mynda felagið í teimum gyltu árunum frá 2002 til 2004, eru ikki við longur.
Síðani í fjør eru Rúni Nolsøe, Hallur Danielsen, Hans á Lag, Jóhannis Joensen og Heine Fernandez givnir í felagnum, og tað eru ikki meira enn tvey ár síðani, at Símun Eliasen, Rógvi Jacobsen og Heðin á Lakjuni vóru profilar á HB-liðnum.
Hesir spælarar hava tilsamans nógvar royndir, og tær skal HB klára seg uttan í 2006.
Nú skulu yngri spælarar veruliga bera liðið fram, og spælarar, sum hava verið á veg í nøkur ár, skulu nú etablera seg á besta liðnum.
Nýggjar berandi kreftir
HB hevur fingið nýggjan venjara. Krzysztof Popczynski, sum hevur verið venjari í VB og GÍ, stendur nú við róðrið í HB, og tann nærlagdi póllendingurin, sum ikki ætlar sær at spæla meira, skal skipa og menna nýggja HB-liðið. Hann er farin íðin og miðvísur til verka, og næstu tíðina skulu úrslitini fara at vísa seg.
Hóast teir ikki hava høgan aldur, hava spælarar sum Jákup á Borg, Rasmus Nolsøe, Vagnur Mortensen, Kári Nielsen, Mortan úr Hørg og Janus M. Joensen heilt fitt av royndum, og teir eru spælarar, sum saman við teimum nakað eldri Bárði Johannesen og Jan Dam, skulu tryggja stabilitetin á liðnum.
Nú verður meira lagt á herðarnar á hesum spælarum, eftir at drívmegin á miðvøllinum, Rúni Nolsøe, er farin út á Argir at verða spælandi venjari, og verjuspælararnir Hallur Danielsen, Jóhannis Joensen og Hans á Lag eru givnir.
Ungir spælarar á veg
Umframt teir spælararnar, sum longu hava fleiri ára royndir í bestu deildini, eru tað aðrir í hópinum hjá HB, sum eru nakað feskari og eru í holt við at etablera seg av álvara á HB-liðnum.
Álopsspælararnir Rókur av Fløtum Jespersen, Hendrik Rubeksen og Páll M. Joensen fáa nú uppgávuna at gera mál fyri liðið, og Svenn Jacobsen, Emil Leifsson, Ólavur í Ólavsstovu, Poul Thomas Dam og Johan Eivind Mouritsen kunnu í ár rokna við at sleppa at spæla meira, enn teir áður hava gjørt á besta liðnum hjá HB.
Skal úrslitið hjá felagnum verða gott, er tað neyðugt, at hesir spælarar sláa til, tá ið boð verða eftir teimum í hesum kappingarárinum.
HB hevur styrkt seg við tí álopssinnaða bakkinum Mortani úr Hørg, sum seinnu árini hevur spælt fyri VB, men ætlanin at gera Milan Kuljic til nýggjan spælskapara á vøllinum miseydnaðist, tí innferðarloyvið neyvan fæst til hann.
HB setir nú í stóran mun álit á spælarar, sum eru vaksnir upp í felagnum, og teir skulu nú vísa, at framtíðin hjá teimum og teirra felag er spennandi og vinnandi.










