Tann fýra ára gamla gentan, sum varð funnin undir líkunum av foreldrunum í einum bili í Fraklandi fyri nøkrum døgum síðani, er komin heim til Bretlands. Tað sigur Sky News, sum veit at siga, at gentan fór til Fraklands saman við tveimum umboðum fyri familjuna.
Gentan, sum eitur Zeena al-Hilli, bleiv funnin átta tímar, eftir at ókendir menn høvdu skotið foreldur hennara, ommu hennara og ein mann, sum kom framvið. Eldra systir hennara, sum er sjey ára gomul, varð funnin særd stutt frá bilinum, og hon er á einum sjúkrahúsi í Fraklandi.
Í dag skuldi løgreglan avhoyra Zaid al-Hilli, sum er beiggi tann myrda Saad al-Hilli. Hann er avhoyrdur eina ferð fyrr í sambandi við drápini í Fraklandi, men skuldi til avhoyringar aftur í dag, sigur Sky News.









