Ymsir hálvleikir

Birita Wardum hjá Neistanum staðfesti eftir dystin, at stórur munur var á fyrra og seinna hálvleiki í dystinum:
– Vit eru heilt víst betur nøgdar við seinna hálvleik, tí í fyrra hálvleiki virkaði tað, sum vit ikki tordu at spæla og fara inn at skjóta. Í fyrra hálvleiki spældu vit ov nógv ein og ein, men í seinna hálvleiki fingu vit samanspælið at koyra nógv betur, segði hon.
– Undan dystinum vistu vit, at tær eru góðar og at vit máttu royna at verja fyri teirra trimum góðu útlendingum, men tað var ikki soleiðis, at vit vóru bangnar fyri dystinum. Vit taka ein dyst í senn, men eru ikki komnar í toppform enn, so vit verða óivað nógv betri á jólum, enn vit eru nú.