Ymsar metingar um úrslitið

Tað var eitt sindur ymiskt, sum fundarluttakarar mettu um úrslitið av umboðsnevndarfundinum hjá SEV mánadagin

SEV-fundur
Edvard Joensen
Tórshavn: Fleiri av umboðsnevnarlimunum hjá SEV hildu eftir fundiná Hotel Hafnia mánadagin, at stýrið í grundini hevði fingið eina dyggiliga misálitisváttan, tá tað bara akkurát hóraði undan at verða koyrt frá. Men tað helt stýrisformaðurin ikki.
Ein teirra, sum luttók á fundinum, var Klæmint Olsen úr Havn. Hann helt, at tað kundi møguliga kom har til, at leiðslan skuldi hugsa um at leggja frá sær, hóast beinleiðis meiriluti ikki var fyri tí á fundinum. 
Klæmint Olsen helt, at leiðslan átti at skilt atkvøðugreiðlsuna soleiðis, at hon ikki situr serliga trygg ella er serliga nógv umhildin eftir alt tað, sum hent er seinastu tíðina.
Hann vísti til ta átaluna, samtykt varð at geva stjóranum fyri handfaringina av málinum um Vágatunnilin.
Men stýrisformaðurn, Poul Arni Jacobsen, var hinvegin púra ósamdur.
Hann minti á, at tað nú stóð púra greitt í gerðabókini, at ein misálitisváttan á stýrið var fallin. Sostatt var eingin ivi um, segði hann, at stýrið skuldi halda fram.
?Tað er vert at minnast til, segði Poul Arni Jacobsen, at hetta misálitisuppskotið, sum lagt varð fyri umboðsráðið, fall, hóast bara annar parturin var á fundi og kundi tosa fyri seg. Tann møguleikan fingu hvørki stýrið ella sjórin, segði Poul Arni Jacobsen, sum ikki hevði fingið at vita niðurstøðuna frá fundinum aðrastaðni enn frá pressuni, sum hevði fingið hana munnliga frá umboðsnevndarlimum og formanninum í umboðsráðnum.
Hans Tausen Olsen, formaður í umboðsráðnum, helt kortini ikki, tá hann varð spurdur um tað, at hetta málið fór at fáa nakrar avleiðingar fyri hansara egna pláss sum umboðsráðsformaður, hóast tað misálitsuppskot, sum hann stóð fyri, ikki varð samtykt.