Ymsar meiningar um slipsið hjá Boris Johnson

Jólaaftan samdust ES og Bretland um eina handilsavalatu eftir millum annað stríð um fisk.

 

Ein argandi ávising frá bretska forsætismálaráðharranum, Boris Johnson, til eitt av stóru stríðsmálunu í handilssamráðingunum millum bretar og ES er vorðin orsøk til heitta kjak.

Johnssn hevði latið seg í eitt slis við fiskamynstri, tá hann jólaaftan á einum tíðindafundi greiddi frá um stóru linjurnar í nýggju handilsavtaluni.

Fiskivinna verður mett sum ein av høvuðsorsøkunu til, at avtalan var so trupul at fáa í land, og meiningsskaparar hava nú ilt við at semjast um, hvørt slipsið var góður stílur ella vánaligt skemt.

– Var tað nakkar, sum legði merki til, at hatta býtta hevði eitt slips við fiski á? spyr tíðindamaðurin Tim Walker, sum skrivar fyri ES vinarliga The New European, á Twitter.

– Tað er ætlanin, at vit skulu halda, at tað er stuttligt og gløgt og so ikki stýra ov nógv um alt tað, sum vit nú hava tveitt burtur.

Á hinum veinginum stendur týski tíðnidamaðurin frá sjónvarpsstøðini ARD Anette Ditter.

– Eg fór at fletta eftir hsum. Líkamikið hvat tú heldur um Johnsson, skrivar hon á Twitter, har hon samstundis deilir myndina við slipsinum.

Á tíðindafundinu segði Johnsonss millum annað, at fer at vera ein ovurhondsstóru vøkstur í mongd av fiski, sum bretar sleppa at varðveita. Tað skrivar The Guardian.

Avrtalan merkir, at ES lond í eini skiftistíð sleppa at fiska í bretskum sjógvi, men við eini minking upp á 25 prosent av núverandi nøgd.

Tað er ætlanin, at partanir skulu samráðast víðari um skiftistíðina.

Sjálvt um Johnsson segði fiskivinnuavtaluna vera ein sigur, er ikki tann stóri fagnaðurin í bretsku fiskivinnuni.

Tey ynsktu at fáa avmarkað atgongdina til bretskan sjógv, skrivar tíðindastovan Reuters.

– Ídnaðurin verður sera skuffaður um, at tað ikki er eitt greiðari brot, sigur Barri Deas, stjóri fyri bretsku fiskivinnufelagsskapirnar.

Deas sigur víðari, at størsta stúranin er, at fiskiskip frá ES sleppa at fiska víðari inn til umleið 9,6 kilometrari frá bretsku strondini. Ídnaðurin ynskir eitt mark upp á umleið 19,3 kilometrar.

Skiftistíðin stendur til at vara í hálvtsætta ár, sigur Boris Johnson sambært Reuters.

/ritzau/