Ymsar fortreytir

ÍF hevur framvegis eyguni eftir oddasessinum, nú liðið sunnudagin tekur ímóti B36, sum av øllum alvi roynir at halda seg oman fyri miðjuna

Nú landskappingin er um at vera komin í helvt, kunnu fugl­firð­ingar staðfesta, at tað hevur gingist sera væl. Í løtuni er ÍF er á triðja plássi seks stig framm­an fyri B36, sum er mót­støðu­liðið í Fuglafirði sunnu­dagin. Trýstið liggur á gest­unum, tí fær havnarliðið ikki stig hesa ferð, verður mót­brekkan uppaftur tyngri í seinnu hálvu av kappingini.
ÍF fekk herfyri fýra sigrar á rað og tapti so tveir dystir, sum ímóti NSÍ heima og EB/Streymi úti, áðrenn liðið aftur komu á slóðina og nú hevur vunn­ið tveir dystir upp í slag. Sam­stundis var tað fyrstu ferð í 10 dystum, at B36 vann, tá tað síðsta sunnudag eydnaðist at fáa ein 1-0 sigur á AB.
Sostatt er talan um tvey lið, ið spæla undir fullkomuliga ym­iskum fortreytum. ÍF hygg­ur uppeftir og veit av royndum fyri fáum vikum síðani, hvussu hugaligt tað er at sita á odda­sessinum. B36, sum hesa ferð er uttan karantenurakta Jákup á Borg, má hinvegin stríðast fyri bara at halda seg oman fyri miðjuna.