Ymsar finalureglur

Í flogbólti ber ikki til, at ein dystur endar við javnleiki, men altíð er avgjørdur, tá annað liðið hevur vunnið trý sett. Tí eru reglurnar fyri flogbóltsfinalurnar helst lættari at skilja, tí tær eru einfaldari.
Har verður spælt best av trimum, so tað liðið, sum fyrst hevur vunnið tveir dystir, verður føroyameistari – óansæð um tað er í tveimum ella trimum dystum. Settmunurin hevur einki at siga, tí her verður bara roknað við vunnum dystum.
Vinnur annað finaluliðið báðar teir fyrstu dystirnar, er tað føroyameistari, men vinna finaluliðini hvør sín dyst, verður tað vinnarin í triðja dystinum, sum stendur eftir sum meistari.
Javnleikur kann hinvegin saktans gerast úrslitið av einum hondbóltsdysti, og tí eru reglurnar fyri FM-finalurnar eitt sindur øðrvísi. Har spæla liðini fyrst tveir dystir, annan heima og hin úti, og tí kann sigast, at í fyrsta umfari verður spælt best av tveimum dystum.
Vinnur annað finaluliðið til dømis fyrra dystin og tann seinni endar við javnleiki, er tað liðið føroyameistari, eins og tað verður tað við at vinna báðar dystirnar. Men vinna liðini hvør sín dyst, verður spældur ein triði dystur, og tá snýr tað seg um best av trimum, tí hesin triði dysturin verður tá avgerandi fyri, hvør verður meistari.