Tað er sera ymiskt, hvussu ymsu bygdarráðini í miðalstóru kommunum hava valt at raðfesta embætið sum borgarstjóri.
Her á síðuni eru dømi um borgarstjórarnar í Mið- og Sørvági, sum báðir eru settir í hálvt starv. Verður hugt at øðrum kommunum av somu stødd, so síggjast fleiri borgarstjórar, sum eru í fulltíðarstarvi. Eitt nú er talan um fult starv á Strondum og á Toftum. Í Leirvík gjørdist talan enntá um skifti av borgarstjóra, tá Dánjal Andreasen ikki metti seg hava møguleika at fara í fulltíðarstarv, og tí læt sessin frá sær til Fríðgerð Heinesen.
Eisini í Gøtu og í Vestmanna hevur verið upp á tal, at borgarstjórin skal setast í fulla tíð.