Ymiskt viðlíkahald skal gerast

- Sjúrðarberg fer í Barentshavið fyrst í komandi ári, sigur Jógvan Hansen hjá JFK Troli í Klaksvík.

Tað er serliga um summarið og um jóltíðir, at reiðarí velja at taka hond um skipini, sum annars eru í gongd alt árið. Um dagarnar varð trolarin, Sjúrðarberg hjá JFK Troli í Klaksvík, eisini tikin upp á bedingini hjá Mest í Havn.

 

Jógvan Hansen hjá JFK Troli sigur, at tað er vanligt viðlíkahald, sum skal gerast við skipið, áðrenn loyst verður aftur.

 

Sjúrðarberg fiskar í Barentshavinum, men hevur ikki flakaverksmiðju. Umborð verður fiskurin kruvdur, avhøvdaður og frystur og seldur til víðari framleiðslu í fiskiídnaðinum á landi.

 

Jógvan Hansen sigur, at einir 20-22 mans eru knýttir at virkseminum hjá Sjúrðarbergi, og hann veit eisini at siga, at ætlanin er at loysa fyrst í komandi ári. Tá verður farið upp í Barentshavið.

 

- Um byrjað verður í norskum ella russiskum sjógvi, vita vit ikki í løtuni, sigur hann.