Ymiskt á skránni í Føroyahúsinum

Ymisk áhugaverd tiltøk eru fyri framman í Føroyahúsinum í Keypmannahavn

Heystið er á gáttini og Føroyahúsið í Keypmannahavn hevur sett hol á skránna. Ymiskt er á skránni í næstum.

Í gjár, fríggjakvøldið, sang og spældi Pætur við Keldu til cafékvøld, sum MFS skipaði fyri.


Essa og Tróndur

Mánadagin 10. september kl. 19 skipar Kvinnufelagið fyri fundi, har Essa Arge greiðir frá tilburðum innan og uttan gáttina á Skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum. Atgongumerkið kostar 30 krónur.

Týsdagin 25. september klokkan 19 fer Tróndur Patursson at greiða frá sjóferðum sínum. Tróndur er ævintýrari, ið hevur verið á mongum spennandi ferðum. Føroyahúsið og Kvinnufelagið skipa fyri og atgongumerkið kostar 30 krónur.

Til ber at vitja heimasíðuna hjá Føroyahúsinum við at trýsta seg inn á www.faroehouse.dk