Ymiskt úr orðabókunum

Heini Olsen

Privilegium
Orðið privilegium rennir mær aftur og aftur til hugs, og so var eisini henda dagin undir ólavsøkugóðveðrinum, hetta hvussu priviligerað vit eru í dag at búgva í Føroyum.
Okkurt staðarnavni ber enn gálgaheiti; men á Vaglinum sást hvørki gálgi ella biddari, og undir øllum ørkymlandi ólavsøkumeldrinum sást hvørki á politistøðini, við parlamentið við Tinghúsvegin ella við ministats-ministeriið í Tinganesi ein einasta maskinpistól, og okkara kæru fólkavaldu og hinir V.I.P.-ararnir gingu eftir skrúðgonguna uttan bodygards av nøkrum slag so púrasta leysir - rætt sum vanlig fólk okkara millum.
Hóast minningardagur teirra sjólætnu hvønn 1. november enn sum áur minnir
okkum á náttúrunar veldi, so hava vit á turrum ikki í nýggjari tíð haft so stórar melduródnir, gosfjallavanlukkur, glopraregn, hungur og neyð, sum úr øðrum londum næstan dagliga í fjølmiðlunum berast innar í føroysku stovurnar at hava aftur við einum kaffimunni, og tíbetur eru nú heili seksti ár runnin, síðan herbúgvandi føroyingar fórust av krígsávum - nei, ikki heilt, syrgilig deyðsvanlukka stóðst ár eftir kríggið av funnum spreingiknøtti.
Nú eri eg tíverri eingin tungumálsnildingur, og komin til húsa fór eg tí at fregnast í donsku fremmandaorðabókini um, hvat hon mundi vita um hetta so ofta afturvendandi gylta orðið privilegium at siga, og merkir tað eftir henni at døma serrættindi ella kanska lógarbundnan fyrimun, um eg havi skilt tað rætt.

Privatisering
Nøkur orð longur uppi á blaðsíðuni datt eg av tilvild niður á annað orð og tað, sum har hekk uppi í.
Hetta forvitnisliga orðið var privat: (lat. privatus), pp af privare berøve
Undir privation stendur : (lat. privatio berøvelse), og um tað nú danska orðið privatisering stendur: (af privatio berøvelse) overføre ejendom fra offentlig til privat eje.
Leita vit nú í donsk-føroysku orðabókini, síggja vit, at privatisering við eitt sindur av góðum vilja kann gerast til einskiljing - hetta í løtuni so halga orðið hjá hvørjum einasta politikara.
Hinvegin er berøve rætt og slætt umsett til: taka (frá) - ræna (frá)
Robin Hood, P. M. Dam og teir
Úr Bretlandi kennir hvørt barn søguna um Robin Hood, sum rændi frá teim fáu ovurhonds ríku at geva teim mongu fátæku. Í Svøríki er sama søgan um Lasse-Maja, í Noregi um Gest Borson, og soleiðis hevur næstan hvør tjóðin sína ránsmannahetju.
Í gomlum døgum mundu okkara egnu Flokksmenn helst vera í so flekkutir til at gerast fólkahetjur; men í okkara tíð kom Petur Mohr Dam, sáli, við tí hugskoti kanska at royna at javna tað sindrið av virðum, sum í Føroyum var, út millum manna, hetta mest fyri at vit sjálvi skuldu fáa áhuga fyri at varðveita og virðisøkja egnu ognir úr tí tilfeingi, sum er á hesum oyggjum og kring hesar klettar.

Ólavsøkurøða javnaðarløgmans, Palleba og
Marsanna
Hóast ein av partamonum hansara inniliga sást geispa har handan blaðið, helt ein av eftirmonnum Peturs, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, 975 ár eftir deyða Ólavs Halga, spelkin og vælupplagdur eina sera góða og áhugaverda ólavsøkurøðu.
Andstøðan hevði innímillum hug at smílast eitt sindur ivingarsamt; men so er sær siður á landi.
Tó helt eg ikki pettið um einskiljing (privatisering = berøvelse = ræning) vera rættiliga í tráð við brøðralag og javnað, hetta uttan spurnartekin at ræna ogn teirra mongu at selja teim fáu fyri freistandi løtuvinning, sum eftir stuttari tíð er brúktur og ognin horvin í aktiur - at enda oftast í útlendskar konsernir - sum eingin veit, hvør eigur, og sum í hvussu er ikki síggjast aftur í lummanum hjá Palleba og Marsonnu.

Spell at kippa hønur,
ið verpa gullegg
Nú eri eg helst avoldaður í hugsunarhátti; men løgið ljóðar tað at selja Føroya Banka, sum eftir kreppuna hevur rindað milliardaupphædd beinleiðis niður í fólksins felagskassa og tað júst eftir mannagongdini hjá Robin Hood, P. M. Dam og hinum fólkahetjunum, hetta at hugsa um slitmannin og tey, ið minni formáa sær fyri onkursvegna eisini at sleppa teimum upp í part.
Hvussu er við hinum ætlaðu ræningunum - orsakað: einskiljingunum - veit eg ikki; men skulu tit ræna, so rænið við skili og nærlagdari longtíðar avleiðingarkanning (konsekvensanalysu), so tað yvir langt áramál kemur heildini til góðar og ikki verður sum at kippa hønuna, ið verpir gulleggini.
Á ólavøku 2005