Ymiskar men nøgdar meiningar

Atlantic Soundscapes er nú av, og fólk sita eftir smílandi og væl nøgd aftaná ein langan dag við tónleiki, framsýningum, góðum mati og gløsum aftaná gløsum.
Gestir og Boys in a Band rokkaðu, sum mann hevði væntað tað, og tilsamans hava teir saman við Orca og Budam borðreitt við einum fjølbroyttum úrvali av føroyska tónleikapallinum. Móttøkan frá áhoyrarunum, ið innihalda m.a plátufeløg, festivalar og politisk umboð, hevur eisini verið varierandi og spennandi verður at vita, hvat fer at spyrjast burturúr í komandi tíðini. Tá danskt showcase tiltak var her í fjør, komu heilir tríggir plátusáttmálar uppá pláss út av teimum fýra framførandi bólkunum. Nú er bert at bíða í tolni, til vit fara at síggja úrslitini.

 

Eitt úrslit hevur í øllum førum víst seg longu nú við at Orca skulu spæla á alternativa tónleikafestivalinum Trans Musicales í Fraklandi.

- Orca er tónleikur, ið fer beint í hjartað hjá mær. Hetta er ein bólkur, ið eg trúgvi nógv uppá og eg fari avgjørt at gera mítt fyri at fáa skipa teimum ein góðan tónleikatúr til Fraklands, sigur Jean-Louis Brossard, ið hevur verið Artist Director fyri festivalin, síðani hann byrjaði í 1979.

 

Í Sosialinum í komandi viku verður fullur dekningur av øllum tiltakinum sum heild við feitum myndum. Harumframt verður serligt fokus á tónleikaliga partin av tí í tónleikasíðunum komandi hósdag.