Navnalóg
Eftir greinina í týsdagsblaðnum um navnatrupulleikar í Danmark hava fleiri fólk vent sær til blaðið og sagt frá teirra upplivingum í samband við navnagávu í Danmark.
Fleiri siga frá somu trupulleikum, sum hjúnini, víst varð til í týsdagsblaðnum høvdu. Meðan onnur eru, sum als ongar trupulleikar hava havt, hóast barnið fekk føroyskt navn.
Tað váttar tað, Michael Lerche Nielsen á Institut for navneforskning sigur í grein aðrastaðni í blaðnum í dag. At tað velst um, hvussu væl ymsu embætisfólkini eru kunnað um tulkingarnar í lógini.
Er tað so, at bara fornavnið er føroyskt, eitt nú Símun, er vanliga eingin trupulleiki, um eftirnavnið er til dømis Simonsen. Trupulleikin er, tá farðirnavnið kemur upp í sum millum- ella eftirnavn. Tó eru í ávísum førum eisini trupulleikar av fornavninum, sigur onkur, sum hevur vent sær til blaðið.
Hinvegin hevur eisini onkur lesari vent sær til blaðið og gjørt vart við, at í Føroyum er ikki mætari. Her ber ikki altíð til at doypa børn vanlig donsk familjunøvn, sigur hesin lesarin.
Til tess sigur Anfinnur Johansen, formaður í føroysku navnanevndini, at um so er, er tað púra skeivt atborið. Tí tað skal bera til og ger tað eisini sambært føroyska navnalóggávu. Sjálvandi treytað av, at annað av foreldrunum er dani.
Føroyska navnalógin sigur heilt greitt, at í teimum førum, har minst annað av foreldrunum er ættað úr øðrum landi enn Føroym, stendur frítt at geva børnunum navn, sum vanligt er í tí landinum, haðani avvarðandi foreldur er ættað. So er líka mikið, um talan er um danskt, spanskt ella kinesiskt navn, sigur hann.
So at børn ikki sleppa at eita donsk nøvn í Føroyum, um annað av foreldrunum er dani, er beinleiðis í stríð við føroysku navnalógina, vísir formaðurin í føroysku navnanevndini á.










