Ymisk tíðindi um flogvanlukku

Niðurlendska sjónvarpið sigur nú, at fimm fólk doyðu, tá eitt turkiskt flogfar datt niður uttan fyri Amsterdam fyrrapartin Turkiska felagið, sum eigur flogfarið, kunngjørdi fyrrapartin, at øll vóru sloppin frá vanlukkuni á lívi, men at umleið 20 høvdu fingið skaða.

Seinni ljóðaði, at eitt fólk hevði latið lív, og nú sigur niðurlendska sjónvarpið, at vanlukkan kravdi fimm mannalív. Hesi tíðindini eru tó ikki váttað.

Danskir myndugleikar hava fingið at vita, at eingir danskir ríkisborgarar vóru í flogfarinum, sum kom úr Istanbul.