KFUM í Havn 60 ár
Í ár hevur KFUM-felagið í Havn 60 ár á baki. Síðani KFUM varð stovnað 16. september 1938, hevur virksemi felagsins havt sera stóran týdning fyri Havnina.
Vit halda, at KFUM hevur havt stóran týdning ? serliga fyri børn og ung. Hvør minnist ikki dreingjafundirnar hjá Álvheygg ella almennu kjakfundirnar. Eisini hava gjøgnum árini verið fleiri onnur kristilig tiltøk, sum hava verið til gleði fyri fólk í Havn og av bygd.
Enn í dag er KFUM virkið Vit hava fleiri reglulig tiltøk, serliga fyri børn og ung, men eisini fyri aðrar aldursbólkar. Vit kunnu gleðast um, at nógv børn og ung koma í KFUM og KFUK.
Eisini í framtíðini fara vit at leggja stóra orku í barna- og ungdómsarbeiði, og gerast enn sjónligari í býnum, tí Havnin hevur brúk fyri KFUM.
Í sambandi við at KFUM fyllir 60 ár, so vilja vit bjóða tykkum til móttøku í hølum felagsins sjálvan føðingardagin mikudagin 16. sept. 1998 millum kl. 16.00 og 18.00.
Á móttøkuni bjóða vit ein kaffimunn og høvi verður at síggja hølini og at tosa við okkum, sum hava okkara dagligu gongd her
Tað er fíggjarliga tungt at reka eitt felag sum okkara, og tí vilja vit eisini á móttøkuni geva tykkum møguleikan til at geva eina gávu til felag okkara.
Tíðindaskriv frá Norrøna Felagnum í Føroyum:
Barnabókmentir
og barnafatan
Mikudagin hin 16. sept. skipar Norrøna Felagið í Føroyum fyri almennum fundi í Norðurlandahúsinum, har Turið Kjølbro heldur bókmentunarligan fyrilestur undir heitinum »Barnabókmentir og barnafatan«
Bókmentunarliga fyrilestrarøðin hjá Norrøna Felagnum heldur fram í Norðurlandahúsinum mikukvøldið. Tá fer Turið Kjølbro cand.phil. at røða um evnið »Barnabókmentir og barnafatan«.
Fyrr í ár leyk Turið Kjølbro cand.phil. prógv á Fróðskaparsetri Føroya í norðurlendskum, serliga føroyskum bókmentum og máli. Í hesum sambandi skrivaði hon høvuðsritgerð við heitinum »Bókin og barnið«. Fyrilesturin, sum Turið heldur í Norðurlandahúsinum mikukvøldið, byggir í ein mun á júst hesa ritgerð.
Í høvuðsritgerðini »Bókin og barnið« viðger Turið eitt úrval av føroyskum bókum til størri børn, við serligum atliti til barnafatanina. Hesar bøkur, sum viðgjørdar verða, eru upp-runaføroyskar og skrivaðar í tíðarskeiðnum 1987-1997.
Mørkini millum barna-, ungdóms- og vaksnamannabókmentir eru í dag helst kámari enn nakrantíð. Fyri ein part er tað tí, at barnabókin í dag verður mett út frá somu fagurfrøðiligu og bókmentaligu meginreglum, sum aðrar bókmentir. Gomlu viðtøkurnar, ið áður løgdu karmin um barnabókina, eru um at hvørva. Bæði tá talan er um skap og innihald. Í sjónarringinum hómast ein hugburðsbroyting, nú høvundar smátt um smátt eru farnir at slaka í námsfrøðiligu og hugmyndafrøðiligu ætlanini við bókini, teir skriva. Ein ætlan, sum í mongum førum virkaði tarnandi fyri fagurfrøðiligu upplivingina.
Fyrilesturin »Barnabókmentir og barnafatan« er ein roynd at lýsa nøkur viðurskifti, ið gera seg galdandi í barnabókmentum, og at lýsa nakrar høvuðstræðrir, ið eyðkenna føroyskar barnabókmentir. Greitt verður frá um viðurskifti, ið hava týdning fyri fatanina av børnum, nomið verður við rák í barnabókmentum og hugleitt verður um føroyskar barnabókmentir í dag. Nomið verður eisini við spurningin, hví upprunaføroyskar barnabøkur eru so týdningarmiklar og við tann leiklut, sum barnabókmentir hava.
Almenni fyrilesturin »Barnabókmentir og barnafatan« verður í Norðurlandahúsinum mikudagin hin 16. september kl. 19.30. Fyrilestrahaldarin Turið Kjølbro er 31 ára gomul og starvast sum blaðfólk á Tíðindablaðnum Sosialinum
Næsti fundur í Norrøna Felagnum verður hin 7. okt. Tá fara føroysku løgtingsumboðini í Norðurlandaráðnum at greiða frá um karmar og úrslit í almennum, norrønum politiskum høpi. Formaður í Norrøna Felagnum í Føroyum er Hallstein Sigurðsson, meðan Heðin M. Klein er næstformaður. Nevndarlimir eru Jórun Simonsen, Bárður Jákupsson og Birita Hansen.
SøluRásin ?98
Ítróttarfeløgini á vestara armi á Skálafjørðinum skipa fyri sølustevnu undir heitinum SøluRásin ?98 í ítróttarhøllini á Skála vikuskiftið 7. og 8. nov.
Skipað verður fyri sølustevnu í Ítróttarhøllini á Skála leygardagin og sunnudagin 7. og 8. november.
Tað eru øll 4 ítróttarfeløgini á vestara armi á Skálafjørðinum, t.v.s.. Skála Ítróttarfelag, Skála Róðrarfelag, Stranda Ítróttarfelag og Strálan, sum skipa fyri tiltakinum.
Umframt søluframsýning, verður eisini skipað fyri mótasýning og øðrum undirhaldi.
Tá eitt slíkt tiltak krevur sera góða fyrireiking, hava feløgini valt at gera eina felags sølustevnu.
Allir framsýnararnir fáa frían mat undir stevnuni.
Prísurin fyri at luttaka er kr. 200 fyri fermeturin, mvg frítt.
Tey, sum kundu hugsað sær at luttikið á SøluRás ?98, hava framvegis møguleika at tekna seg hjá fyrireikarunum á tlf. 283182 og 284340 ella við at faxa á nr. 449232.
0,3 promillumark
í Spania
Frá nýggjárinum 1998/99 fer promillumarkið í ferðsluni at vera 0,3 fyri spanskar yrkisbilførarar. Hetta er væl lægri enn heima hjá okkum og er eitt tað lægsta í Europa. Fyri vanligar bilførarar lækkar promillumarkið niður í 0,5. Samstundis verður søla av bíligum brennivíni framvið vegunum ikki loyvd.
Orsakað av nógvu ferðsluvanlukkunum fara londini í Europa nú í herna móti rúsdrekkakoyring. Lond sum Belgia, Eysturríki, Frakland og Danmark hava longu lækkað markið niður í 0,5 promillu. Í Stóra-Bretlandi eru mong eisini fyri at lækka tað. Útrokningar vísa, at ein lækkijng av promillumarkinum frá 0,8 til 0,5 fer at eira 2-300 mannalívum í Onglandi árliga.
Hetta má sigast at vera ein heppin gongd. Støðugt fleiri lond í Europa halda, at alkohol og bilkoyring ikki hoyra saman. T.d. hava sviar eitt promillumark, sum er niðri á 0,2.










