Ymisk sløg av misnýtslu

- Gongdin við, at fleiri og fleiri ung gerast misnýtarar, eigur at verða tikin í størsta álvara, heldur Blákrossheimið

VIÐGERÐ

Blákrossheimið vísir á, at ein munandi broyting er farin fram í fjør, tá talan er um, hvat slag av misnýtslu fólk vóru inni fyri. Tó er rúsdrekka framvegis nógv tann størsti trupulleikin.
Mynstrið er eisini, sigur Blákrossheimið, at í Føroyum hava vit so at siga ikki misnýtslu, har bert talan er um hash og narkotisk evni, men rúsdrekka er altíð ein partur av misnýtsluni.
- 60% av teimum, sum vóru í viðgerð í 2009, høvdu
rúsdrekkatrupulleikar í mun til 58% í 2008. Hini 40% vóru fólk, har rúsdrekka varð blandað saman við øðrum. Í 2008 var hetta tal 42%.
Blákrossheimið sigur, at misnýtsla av alkoholi og tablettum var fallandi frá 2002 (28%) til 2004 (11%), men hevur í eina tíð aftur verið vaksandi upp til 15% í 2008, men er nú í 2009 lækkað munandi til 7%.
- Stóra broytingin er í nýtslumynstrinum, ið verður bólkað sum alkohol, tablettir, hash og narkotisk evni. Her var talan um 14% (7+7) í 2006 og 16% (8+8) í 2007. Talið er valsið til 27% (15+12) í 2008, men er í 2009 økt uppí 33% (18+15).
Blákrossheimið heldur, at hendan gongd eigur at vera tikin í størsta álvara saman við, at fleiri ung koma í viðgerð.
- Ein orsøk til, at næstan eingin ”bara” brúkar t.d. hash ella onnur narkotisk evni í Føroyum, er helst, at tilgongdin av rúsevnum ikki er jøvn. Talan er helst um eitt serføroyskt fyribrigdi, ið stendst av væntandi rávørutilgongd á rúsevnisøkinum, sigur Blákrossheimið.