Fiskamarkaður Føroya seldi í gár sløk 160 tons av fiski fyri góðar tvær miljónir krónur. Hetta gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 12,70 krónur fyri kilo. Nógv ymisk fiskasløg vórðu seld á marknaðinum í gjár. Størstar vóru nøgdirnar av toski, sløk 50 tons tilsamans.
Mest var av toski 3 og toski 4, góð 15,8 tons av toski 3 og sløk 13,4 tons av toski 4. Toskur 3 fekk miðalprísin 15,98, og toskur 4 fekk 12,84 krónur í miðal fyri kilo.
Góð 22 tons vóru av hýsu, harav 12,8 tons av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 13,62.
17,5 tons vóru av hvítingi, og her var besti miðalprísurin 9,51 krónur fyri kilo.
Eini 23 tons vóru av brosmu og eini 14 tons av longu. Besti miðalprísur fyri hesi bæði fiskasløgini var ávikavist 7,99 og 12,54.
9 tons vóru av blálongu, sum fór fyri miðalprísin 10,23 krónur fyri kilo.
At enda kunnu vit nevna, at góð 4 tons vóru av havtasku, og besti miðalprísurin her var 34,86 krónur fyri kilo.