Ymisk fólk – somu reaktiónir

Tá Ársins virðislønir vórðu handaðar til Ellu Müller, Birger Enni og Amnesty, var gleðin ikki til at dylja yvir. Ella hevði ikki rokna við hesum, Birgir helt tað vera eitt deiligt yvirraskilsi, og Amnesty fegnaðist um, at ljós varð varpað á teirra arbeiði

Tey, Ella Müller, Birger Enni og Amnesty, sum vóru heiðrað í Miðlahúsinum í gjár, eru øll ógvuliga ymisk. Tey vórðu í gjár øll heiðraði fyri sítt arbeiði innan tey ymsu økini, tey virka á. Men hóast ólík á so mongum økjum, vóru reaktiónirnar júst tær somu frá øllum, tá tey tóku í móti heiðursbrævinum, blómutyssinum og stóra kekkinum í Miðlahúsinum í gjár.

Eitt klemm er nokk
Ella Müller var tann fyrsta at verða heiðrað í gjár. Hon var ikki sørt bilsin, at heiðurin um at gerast “Ársins kvinna” var fallin til hennara.
– Ja, hetta kom óvart á meg. Eg hevði ikki roknað við, at eg hevði so góðan stuðul, segði Ella Müller.
Framman fyri fjøldini í Miðlahúsinum, við ørmunum fullum av blómum, heiðursbrævi og einum ovurstórum kekki, ynskti ársins kvinna at takka stigtakarunum, og segði so, at tað sum umræður er, at vísa umsorgan í verki, og at vera ein vaksin fyrimynd.
– Eg hugsi um tað umsorgan, vit eru uppvaksin við. Tað er ikki altíð at tað er neyðugt at tosa um so øgiliga nógv. Bara eitt klemm er ofta nóg mikið, staðfesti Ella Müller, tá vit bóðu hana greiða nærri frá, tí hon segði, tá hon tók ímóti heiðursbrævinum.

Gevur styrki at halda áfram
Birgir Enni var ógvuliga fegin, tá hann tók ímóti heiðurslønini “Ársins maður”.
– Eg takki hjartaliga. Hetta er eitt yvirraskilsi, sum eg seti prís uppá, segði Birgir Enni sum tað fyrsta, tá hann heiðursbrævið handað. Hann legði so aftrat, at heiðurslønin gevur honum styrki at halda áfram við virkseminum.
Tá vit so spurdu ársins mann, hvussu leingi hann ímyndaði sær, at hann fór at halda áfram, svaraði hann skemtandi, at hann hevði lovað onkrum, at tað helt áfram til hann var 72 ár.
– Okkurt sovorðið, flenti Birgir Enni.

Ein kollektiv virðisløn
Fyri Amneysty International Føroya Deild, sum jú fekk “Ársins kjakvirðisløn”, var tað forkvinnan í felagnum, Annika Sølvará, sum tók ímóti heiðursbrævinum.
– Tað er ikki hvønn dag, at so nógv ljós verður varpað á okkum, so eg má heldur gera mær dælt av tí, segði Annika Sølvará skemtandi.
– Okkara fremsta uppgáva er at varpa ljós á og skapa kjak, staðfesti forkvinnan í felagnum, sum helt, at tá Amnesty nú fekk ársins kjakvirðisløn, so var arbeiði teirra nokk ikki av leið.
Annika Sølvará vísti á, at virðislønin eftir hennara tykki var ein kollektiv virðisløn, sum hon málbar seg.
– Virðislønin er jú ikki til mín. Amnesty er so nógv; nevnd, skrivstova, og so limirnir.
Men Amnesty er eisini ein felagsskapur, har øgiliga nógv fólk arbeiða virkið, segði Annika Sølvará, og helt áfram.
– Vit kjakast eisini við fólk, men um eingin svarar, so eru vit ikki so nógv. So har eru fólk, sum hava lurtað og tikið tað upp, vit hava sagt, fólk hava mótmælt tí og verið ósamd, og alt tað hevur gjørt hetta til eina kollektiva heiðursløn, heldur Annika Sølvará, forkvinna í Amnesty International Føroya Deild.