Eisini henda konsert er partur av FO-DK konsertferðunum. Men er somuleiðis ein partur av stóra føðingardagshaldinum hjá Yggdrasil.
Yggdrasil hevur ongantíð havt eina fasta manning, men hesi seinnu árini er tað ein kjarna, ið hevur verið við. Tey fyrstu árini, ið Yggdrasil var til, vóru teir flestu tónleikararnir skandinavar. Men í dag eru tað fyri tað mesta føroyingar, ið manna bólkin.










