Yggdrasil aftur á ferð úti í heimi

Føroyski bólkurin Yggdrasil er aftur á ferð í útlondum og er m.a í Sveis í hesum døgum, har ummælini av bólkinum eru góð

Yggdrasil er ein stak livandi bólkur á so mangan hátt. Hann eldist ikki nevnivert, er sera virkin og hevur verið tað í mong ár, manningin er ikki heilt støðug, og ikki minst, so er bólkurin sera ofta á ferð í útlondum.
                      Tað er hann aftur nú. Hesaferð er tað ikki á Hawai ella í Argentina, men í Sveis og har á leið.
                      Og vitjanin fer ikki framvið ómerkt. Miðlarnir gera burturúr. Blaðið stadt st. gallen hevur grein og mynd av bólkinum. Har verður sagt frá bólkinum og sangfuglinum Eivør, sum er við mikrofonina á ferðini. Gjølla verður greitt frá navninum Yggdrasil og norðurlendsku guðalæruni, um Eivør, føroyskan tónleik og tónleikaarv og um bólkin og tónleikin.
                      Og tað er ikki sørt, at bólkurin fær rós fyri framførslurnar á ferðini. Greinin, nevnd Faroer-Blues, er jalig og ger fitt burturúr at siga frá bólki, sangarinnuni Eivør, tónleikinum og Føroyum.
                      Nógvir bólkar hava sum frálíður vitjað í Sveits, eftir at Tutl fekk samband við fólk har,ið hava fingið áhuga fyri føroyskum tónleiki. Hetta er Roger Ray úr fløguhandlinum TonArt og starvsfelagi hansara í samband við føroyskan tónleik, Felix. Nevnast kann at t.d. Høgni Lisberg eisini hevur verið á ferð í Sveis. Manningin hesa ferðina er
 
Eivør Pálsdóttir  sang
Villu Veski  saxofon
Hedin Ziska Davidsen  guitar
Kristian Blak  piano
Mikael Blak  bass
Brandur Jacobsen  trummur
 
 
Konsertskráin er henda næstu dagarnar:
7. April  21.00  Porgy&Bess, Wien
www.porgy.at

 8. April  21.00  Smaragd, Linz
www.smaragd.cc

 9. April  20.30  Cafe Museum , Passau
www.cafe-museum.info
 
Roger Ray hevur sent okkum myndirnar úr Sveis og eru tær frá eini framførslu í St. Laurenzen kirkjuni í St. Gallen tann 3. apríl 2005.