Barack Obama, forseti, og floksfelagar hansara í Umboðsmannatinginum vóru ovurfegnir í nátt, tá tað vísti seg, at nýskipanin á heilsuøkinum var samtykt við 219 atkvøðum ímóti 212.
Forsetin kallaði atkvøðugreiðsluna ein søguligan sigur fyri tað amerikanska fólkið. Hann segði, at atkvøðugreiðsan vísti, amerikanarar eru førir fyri at taka við teimum stóru avbjóðingunum.
Teir tinglimirnir, sum høvdu atkvøtt fyri nýskipanini, hálsfevndust og róptu slagorð forsetans frá valstríðnum ?Yes, we can?.










