Marianna G. Eystberg (myndin), Brynhild Pálsdóttir og liðfelagarnir í BK Ydun spældu í kvøld dyst á útivølli í Aarhus móti AGF í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Aftaná tríggjar sigrar á rað gekk tað ikki longur hjá Ydun, ið tapti 21-27 fyri AGF, ið var á odda 12-9 í steðginum.
Brynhild skoraði tvey mál og Marianna skoraði eitt mál.
Ydun er nummar átta í deildini við 12 stigum.
Í annaðkvøld klokkan 18 spæla Vár og Lív Zachariasen og liðfelagarnir í Ajax dyst á útivølli móti Rødovre.











