Sunnudagin spældu Marianna G. Eystberg og liðfelagarnir í Ydun dyst á útivølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Á útivølli í Aarhus var Ydun fyri teprum 26-27 tapi. Í steðginum var Ydun á odda 14-13. Marianna skoraði trý mál.
Ydun er triðaftast í deildini við 12 stigum, og tær liggja sostatt til niðurflyting. Tær eru tó bert eitt stig frá fjórðaftasta plássinum, ið merkir eitt nýtt kappingarár í deildini komandi kappingarár.
Á fjórðaftasta plássinum hevur Søndermarken 13 stig.
Tveir dystir eftir at leika hjá Ydun. Tann næstseinasti verður leiktur á útivølli móti Gudme komandi leygardag klokkan 13.











