Álopsspælarin Yakubu Ayegbeni noyddist at gevast í dystinum hjá Everton ímóti Tottenham í gjár eftir bert 11 minuttir. Skaðin vísti seg at vera álvarsamur, tí hælsinan hjá Yakubu er slitnað. Avleiðingin er, at Yakubu kann ikki spæla aftur í hesum kappingarárinum. Støðan hjá Everton gjørdist enn verri av, at Louis Saha eisini fekk skaða, og ein annar álopsspælarin, James Vaughan, er somuleiðis skaddur.