Ofta síggjast smábátar, skjóttgangandi bátar, spæla sær á Trongisvágsfirði. Onkur seglbátur hevur eisini onkutíð ligið fyri teymi har.
Men í dag sást ein heldur óvanlig sjón. Hóast ikki av teimum størstu, so er tó talan um eina lystyacht, sum í dag sást liggja fyri teymi rættiliga innarliga í Trongisvágsfirði.
Av Havnarskrivstovuni á Tvøroyri frættist, at navnið er Migration, og at hon er skrásett í Marshall isl.
Hon er ávegis til Stornoway.
Mett verður, at hon er komin inn at kroka.










