Stríðið ímóti altjóða yvirgangi hóttir mannarættindi og demokrati, heldur aðalskrivarin í ST, Kofi Annan.
Í einari røðu í trygdarráðnum segði Annan, at y-orðið, sum hann málbar seg, javnan verður nýtt til at lýsa politiskar mótstøðumenn sum ómenni, at skerja talu- og skrivifrælsið og at gera lógliga andstøðu ólógliga.
Kofi Annan legði afturat, at ofra vit frælsið og rættartrygdina, ella lata vit yvirgangin elva til bardaga millum lond, er tað ein størri sigur fyri yvirgangsmenninar enn nøkur yvirgangsatsókn.
Orðini fullu í einari røðu, sum hann helt fyri uttanríkisráðharrunum úr 13 londum, teirra millum USA, Kina, Bretlandi og Týsklandi.










