Fríggjakvøldið 28. mars fer danskarin Y-NOT at spæla í Eclipse.
Y-NOT er bæði rappari, singer/songwriter og DJ og fer at spæla eina blanding av popp og hip hop tónleiki. Y-NOT fer at spæla síni bestu løg, og síðani fer DJ Frisko at undirhalda restina av kvøldinum, so at kvøldið verður ein blanding av RnB og hip hop tónleiki.
29. februar skuldi rapparin og RnB sangarin Alex framføra í Eclipse. Hetta bleiv av ongum, men ætlanin er, at hann skal framføra 26. apríl ístaðin, saman við DJ PHIL.